–Eg var heppin at tað ikki var fatalt

sigur Helena Dam á Neystabø, sum fyri jól var fyri ógvusligum óhappi og breyt ryggin

Í Føroyum kennast vit øll við navnið Helena Dam á Neystabø. Ein navnframur politikari, sum hevur verið virkin í politikki í nærum trý ártíggju – bæði í lands- og kommunalpolitikki. Hon er dóttir kenda politikaran Atla Dam og abbadóttir Peter Mohr Dam, ið báðir hava verið løgmenn. Hóast hon er úr eini politiskari familju, so er tað nokk mest úr egnum lívi, at áhugin og hegnið fyri tí politiska arbeiðinum kemur.

 

 

Tær politisku Føroyar telja í dag vanliga eisini javnaðartingkvinnuna úr høvuðsstaðnum. Tí kom tað óvart á, tá ið hon tók farloyvi úr Løgtinginum í óásetta tíð síðst í november í fjør.

 

 

Orsøkin var, at 26. november í fjør gjørdist ein lagnudagur hjá tingkvinnuni. Tí tá Helena og maður hennara Kristjan málaðu loftið í húsunum hjá teimum, var Helena fyri eini ógvusligum og álvarsomum óhappi. Stigin gleið undan henni, og tíverri hevði hon júst vent sær, soleiðis at hon stóð við bakinum móti vegginum, og tí bleiv slagið hart, tá ryggurin smekkaði móti stiganum. Hon breyt tveir geislar.

 

–Eg var heppin, at tað ikki var fatalt. Eg fari at koma á føtur aftur, og eg kempi, soleiðis, at eg aftur sleppi út millum manna. Tað havi eg ikki verið seinastu tíðina, og tað er sjáldsamt fyri meg, sigur hon, áðrenn hon byrjar at greiða frá um hendingina.

 

 

–Tíbetur var maður mín Kristjan í húsinum, tá óhappið hendi. Og hann hevur verið við mína lið alla tíðina. Tað hevur verið ein fantastisk hjálp, sigur hon.

 

 

Tey fyrstu trý samdøgrini varð tað ein spurningur um beinini fóru at virka aftur, greiðir hon frá.

 

–Tað fóru nógvir tankar gjøgnum høvdið hesar dagarnar. Eg var glað fyri, at eg ikki hevði mist allar førleikar, men eg hugsaði eisini nógv um eitt møguligt lív í koyristóli.

 

 

–Tað, sum fylti mest hjá mær tá var pínan. Eg hugsaði ikki so klárt um støðuna, men eg vildi fara undir skurð skjótast gjørligt, so eg slapp burturúr pínuni, sigur hon álvarsom. 

 

 

Áðrenn hon varð send á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn, mátti hon liggja púra still. Hon varð send niður 29. november og varð vakuumpakkað á eini børu, so hon ikki eingongd fekk flutt tærnar. Fyrst í sjúkrabil, síðani í flogfarið og so aftur í sjúkrabil á Ríkissjúkrahúsið. Hendan upplivingin var torfør fyri Helenu. Hon skuldi beinleiðis á skurðborðið, tá hon var komin niður, so hon mátti heldur ikki fáa hvørki eta ella drekka.

 

 

–Eg hevði eina undarliga kenslu í flogfarinum. Alt var øgiliga strævið, og tað kendist knappliga sum kreyp eg út úr egnum kroppi og stóð í gongini og hugdi omanyvir meg sjálva. Tað gjørdist so óveruligt onkursvegna, at tað ikki bar til at vera í tí, sigur hon álvarsliga.

 

 

Hon fór síðani undir skurð, og fekk átta skrúvur og tvær jarnstengur í ryggin. Hon fekk tá eisini boð um at binda frið í tríggjar mánaðir.

 

 

Fimm dagar eftir óhappið, tá kalendarin sigur 31. November, sigur læknin Helenu, at framstigini eru stór, og at tey vita við vissu, at hon fær brúkt beinini aftur.

 

 

–Eg havi nógva pínu, men tað gongur framá. Tað kann taka langa tíð, áðrenn pínan minkar ella forsvinnur. Eg havi tó gingið góðar langar túrar, og eg fari eisini at kunna gera vanligt arbeiði aftur, staðfestir hon.

 

 

Helena hevur altíð gjørt nógvan ítrótt, og er von at venja nógv. Hon hevur ikki kunnað vant síðani óhappið, og tað er eyðsýnt, at hon saknar at vera sterk og orka væl.

 

 

–Tað er øgiliga frustrerandi, men eg havi sett mær fyri, at eg skal kunna og orka aftur. Tað veit eg kemur, tá alt er voksið saman, sigur hon avgjørd.

 

 

Hóast tað er trupult at enda í slíkari støðu, bæði kropsliga og mentalt, so er tað takksemi, sum eyðkennir Helenu hesa tíðina eftir óhappið. Hon nevnir fleiri ferðir, at tað kundi enda nógv verri.

 

 

–Eisini hava børnini og maðurin verið nógv um meg, og tað hevur verið fjálgt og gott. Eg havi havt stundir til ting, sum eg annars ikki havi havt stundir til, tí eg ikki havi kunnað nakað annað. Tað gevur eisini ein ávísan frið í sálina, sigur hon friðarliga.

 

 

Hetta er brot úr longri samrøðu við Helenu Dam á Neystabø, sum varð prentað í Vikuskiftis Sosialinum. Blaðið kann keypast her