Súkkling
- Eg eri langt, langt niðri. Og eg skilji framvegis ikki, tað sum er hent. So avgjørdur er Michael Rasmussen yvir fyri stóru donsku avísini Politiken.
Yvir fyri somu avís staðfestir hann tó, at hann ikki er liðugur sum súkklari enn, hóast hann er tveittur av liði sínum.
Í morgin borðreiðir Berlingske Tidende við eini ekslusivari samrøðu við Michael Rasmussen.
Í kvøld hava teir lagt brot av samrøðuni á heimasíðu sína, sum er gjørd meðan Michael Rasmussen sat í einum bili á markinum millum Frankaríki og Spania. Sambært donsku avísini heldur hann fast um, at hann ikki var í Italiu um tað mundi, hann segði seg vera í Meksiko.
- Eg haldi fast um, at eg havi verið í Meksiko. Tað er tað, eg havi fortalt liðnum. Og so vil eg eisini sláa fast, at eg eri testaður negativur í 15 dopingroyndum í ársins útgávu av Tour de France, sigur »Kylling«, sum hann eisini verður róptur.
Hann dugir tó ikki at siga, hvussu tað bar til, at fyrrverandi súkklarin, italiumaðurin Davide Cassani, sum nú virkar sum sjónvarpsviðmerkjari, sigur seg hava sæð Michael Rasmussen í Italiu í junimánaði, tá hann annars skal hava verið í Meksiko.