Kristina Strøm var bert níggju ára gomul tá pápi hennara, Martin Strøm, doyði. Hetta hendi stutt fyri jól í 2000, ein lítlan mánað aftaná, at Kristina hevði fylt níggju ár.
Um kvøldið hevði familjan verið og vitjað gubban. Kristina varð koyrd oman til ommu sína, og tað, sum hon síðani minnist er, tá hon vaknaði um morgunin.
? Mamma var ikki heima, tá eg vaknaði, og tá hon kom heim, so segði hon, at babba var deyður. Eg hevði tað ræðuliga, ræðuliga, ræðuliga ringt, sigur Kristina róliga.
? Eg varð púra sjokerað. Eg minnist, at eg fór inn í kamarið og sovnaði so aftur.
Fataði tað ikki
Av tí at Kristina var so ung, tá hetta hendi, so minnist hon ikki alt so týðiliga. Nógv er gloppið burturímillum, men enn er ymiskt, sum stendur rimmarfast í minninum hjá henni.
? Mamma græt øgiliga illa. Um dagin fór eg so við mostir at keypa henni sovitablettir, tí hon kundi ikki sova.
Kristina er púra rólig, meðan hon tosar um alt, sum hendi. Eyguni leita viðhvørt yvir á svørt/hvítu myndina av pápanum, sum stendur á skenkinum stutt frá.
Hon fortelur, at hon fataði tað ikki tað, sum var hent í fyrstuni. Hetta komst av, at pápi hennara var útróðrarmaður, so hon helt, at hann bara var úti og fiskaði.
? Tá babba skuldi til jarðar, so minnist eg, at mamma orkaði ikki at halda eyguni eftir mær, um eg vildi gráta, so ein kona, sum eitur Bjørg, sum eg havi gingið í dagrøkt hjá, tók sær av mær. Aftaná eina løtu í kapellinum, so fóru vit útum til alt var yvirstaðið, tí eg kláraði ikki meira, greiðir Kristina frá.
Tað gingu eini tveir mánaðir áðrenn tað gekk upp fyri Kristinu, at pápi hennara var deyður.
? Hann kom ikki heimaftur. Eg helt, at hann var úti og sigldi, men so kom hann ikki heimaftur. Og tá fataði eg tað, at hann var vekk.
Kristina minnist eisini, tá tey skuldu síggja pápan.
? Vit sóu hann tríggjar ferðir. Fyrstu ferð eg sá hann, so vildi eg svíma. Tvær tær fyrru ferðirnar græt eg eisini, men triðju ferð græt eg onki serligt.
Ringastu jólini
Pápi Kristinu doyði tann 18. desember. Hon minnist aftur á jólini, sum tey ringastu nakrantíð.
? Eg hevði fyri fyrstu ferð keypt eina jólagávu til mammu og babba saman fyri mínar egnu pengar. Men tá hann so ikki var har meira, so gav eg ommu og abba gávuna, minnist Kristina. Hon minnist eisini, hvat tað var hon hevði keypt:
? Tað vóru tveir vasar við ljósi og so var okkurt mynstur á eisini.
Kristina var ikki við til nakað serligt tey jólini. Bara til at lata gávurnar upp. Nýttárið var heldur ikki eitt av teimum bestu.
? Eg sat bara inni og hugdi í sjónvarp. Tað var ikki nakað serliga stuttligt.
Orsakað av deyðanum hjá pápanum, so gjørdist Kristina eisini ógvuliga bangin um mammu sína. Tá mamman fór út, so mátti hon lova, hvat presis, hvat klokkan hon kom aftur. Um mamman so ikki var heima tá, so varð Kristina sannførd um, at okkurt varð hent við mammuni.
? Tað var tí, at eg var so bangin fyri at missa mammu eisini.
Sjálvhjálparbólkur
Fyri umleið hálvum ári síðani, byrjaði Kristina í einum sjálvhjálparbólki fyri børn, ið hava mist annað av foreldrunum. Og hetta hevur hjálpt henni ógvuliga væl, heldur hon sjálv.
? Vit hava tosað um tað í bólkinum. Um hvussu vit hava upplivað tað. Sjálvt um øll hava upplivað tað ymiskt, so skilja øll har, hvussu tað kendist.
Kristina er glað fyri at hava gingið í sjálvarbólkinum. Hon vil viðmæla øllum børnum, sum hava mist at ganga til sjálvhjálp.
? Áðrenn eg byrjaði har, so toldi eg ikki, at nakar tosaði um babba. So vildi eg bara skifta evni. Men nú havi eg onki ímóti at tosa um tað.
Hon greiðir frá, at vreiðin eisini ofta gekk útyvir børnini í flokkinum, tí hon kundi gerast øgiliga ill av og á.
? Børnini í flokkinum hjá mær hava eisini sagt við læraran, at tey síggja mun á mær nú og áðrenn, sigur hon glað. Hon leggur afturat, at hon til tíðir kundi gerast heilt hysterisk inn á lærararnar eisini.
Nú metir Kristina, at hon klárar at taka meira enn áðrenn.
? Tað er løgið, hvussu sovorðið gongur útyvir alt annað, men tað ger tað bara. Men nú eri eg heldur ikki so bangin um mammu. Aftaná eg byrjaði við sjálvhjálparbólkinum, so er tað farið vekk.
Sakni babba
Nú eru tað góð trý ár síðani, at pápi Kristinu doyði. Men hon hugsar um hann, hvønn dag enn, men henni leingist ikki hvønn dag.
? Tað kennist ikki løgið ongan pápa at hava longur. Eg havi ikki vant meg av við tað, men eg havi fatað tað, at babba ikki er her meira.
Tá Kristina fer at leingjast, so sigur hon tað fyri mammu síni og so tosa tær um tað. Viðhvørt ganga nakrir dagar, áðrenn hon kemur fyri seg aftur, men sum oftast so gongur tað ikki so long tíð.
? Tá okkurt tiltak var í býnum, so plagdi eg at fara í býin við babba. Nú er tað við vinum ella við mammu, so um eg síggi onkra gentu við sínum pápa, so hugsi um babba og fari at leingjast eftir honum, sigur Kristina.
Desember er mánaðurin, Kristinu leingist mest. Og hon ivast ikki í, at tað er tí, at pápi hennara doyði í desember. Ringast er 18. desember og dagarnir aftaná tað.
? Viðhvørt so bleiv eg eisini óð við Jesuspápa og babba. Við Jesuspápa, tí hann hevði tikið babba frá okkum, og við babba, tí hann var rýmdur. Men tað er meira sjáldan nú. Eg blívi onkuntíð ill, men tað er ikki so ofta longur.
Kristina er nú liðug við at ganga til sjálvhjálparbólk. Og hon hevur verið ógvuliga glað fyri tíðina har, sum hevur hjálpt henni ómetaliga væl. Kristina sigur, at hon hevði væl kunnað hugsað sær, at hildið fram.
? Men eg vil heldur lata onnur børn, sum hava meira brúk fyri tí enn eg, fara fyrst, sigur hon at enda.