Ósemja tykist hava stungið seg upp í samgonguni um yvirtøku av útlendingamálum. Rodmund Nielsen spurdi í ófráboðaðum fyrispurningi løgmann, hvussu gekk við yvirtøkuni av útlendingamálum.
Spurningurin vísti, at hóast tað er niðurskrivað í samgonguskjalið, at útlendingamál skulu yvirtakast av hesi samgonguni, so er nakað av ósemju innanhýsis í samgonguni um málið.
Helgi Abrahamsen heldur, at stórar avbjóðingar kunnu standast av at yvirtaka útlendingamál og mælir til, at bíða við hesi avgerð sum longst.
Trýst á pílin undir myndini fyri at lurta eftir samrøðuni við Helga Abrahamsen.