Klaksvík: - Hetta var simpelthen bara so pínligt!
Mánadagurin 17. mars 2008 skuldi vera ein hugnaligur dagur fyri foreldrini, beiggjan, Joan og alla hina familjuna.
Alt var gjørt klárt til føðingardagin hjá yngra beiggjanum, og fólk sótu við borðið og prátaðu saman. Tað var sjálvandi Joan sum legði fyrst merki til tað: Hon varnaðist, at hon gjørdist eitt sindur sløv og føldi at hini gjørdust so kám og óskiljandi.
Meðan mamma hennara stendur við komfýrin og riggar til borðhaldið, fekk Joan eitt ógvusligt anfall, mitt meðan hon hugnar sær saman við hinum.
- Tá mamma vendi sær ímóti okkum, sá hon at eg var slongd í gólvið, mitt millum tveir stólar og hevði nógvar krampar.
- Hetta var ikki nøkur serliga góð uppliving til ein føðingardag, tí tú kanst ætla, at vit øll gjørdust sera kløkk, greiðir Joan frá.
Í døgunum frá 11. mars til 27. apríl hevði hon 21 anføll, ofta fleiri um dagin, so at foreldrini og onnur óttaðist fyri at hon hevði fingið herviligu sjúkuna epilepsi.
Ein ordiligur lætti
Joan er ein fitt og vøkur genta í Klaksvík. Hon er virkin innan ítrótt, og spælir fótbólt við tí lokala felagnum. Men tað er kortini eitt sum hevur plágað hana heilt frá barnaskúlanum:
Framtenn hennara eru rættiliga tættar og lógu tá mestsum uppi á hvørji aðrari. Hóast hetta sjónliga tekinið um ein tannplágu, hevur hon ongatíð verið argað av skúlafelagum sínum.
Men tá hon gekk í 5. flokki varð avgerð tikin um at hon skuldi fáa ein sokallaðan leysan boyla. Henda brúkti hon tey næstu árini, fram til 9. flokk, mest um náttina, tí hon varð eitt sindur illa plágað av høvuðpínu, tá hon gekk við honum um dagin.
- Ein dagin segði eg: Stopp. Nú taki eg altso boylan av. Eg brúkti so ikki henda boylan í einar 2-3 mánaðir, og tað var bara super at sleppa av við hann. Ja, tað var ein ordiligur lætti, sigur Joan.
Hinvegin, so visti hon, at uttan ein slíkan leysan boyla, gjørdust framtenninar ikki beinar, og tí fekk hon ísettan ikki bert ein, men tríggjar fastar boylar í januar mánaði í ár.
Tað var eftir hetta, at trupulleikar hennara av álvara byrjaðu.
Fekk ikki luft
Bert ein mánað eftir, at hon fekk boylarnar settar í, merkti hon til fyrstu álvarsomu avleiðingarnar av hesum. Høvuðpína var ein avleiðing, men verri var við andadráttinum.
- Eg føldi tað akkurát sum um eg ikki fekk andað. Eg segði tað við babba, at luftrørið føldist so smalt at anda ígjøgnum, greiðir Joan frá.
Eingin visti, hvat orsøkin var til hetta ella hvat hetta var. Hon tók nakrar panodil fyri at linna pínuna, men hetta hjálpti einki.
Ein onnur fylgja av hesum var, at hon megnaði ikki at konsentrera seg um tað sum fór fram í skúlanum.
- Vit hugsaðu øll, at tað var epilepsi. Tað er í familjuni - omma mín hevur tað og eitt systkinabarn. Omma mín segði, at tað líktist tí hjá henni. Munurin var bert tann, at eg ikki var móð aftaná, greiðir Joan frá.
Men tann dagurin sum stendur greiðast í minni hennara man vera týsdagurin 11. mars. Henda dagin hevði Joan verið til páskaroynd í skúlanum.
Einki samband
Eftir lokna roynd fór hon á gátt hjá sjeikinum, hóast hon bæði føldi seg móða, lina og illa fyri. Tá farið var um nátturðatíð, avgjørdi hon at fáa sær ein blund.
- Eg steinsovnaði, men løtu seinni byrjaði eg at fáa krampar. Roynt var at vekja meg, men tað var til onga nyttu. Einki samband fekst við meg, greiðir Joan álvarsom frá.
Tá hon umsíðir vaknaði, hevði hon sera ilt í høvdinum, men fór tó á føtur. Men møðin var kortini so stór, at hon fór aftur til songar. Løtu seinnu kom næsta anfallið.
- Eg hevði ikki ánilsi av, hvat tað kundi vera, men eg visti bara, at hetta var nakað sum eg ikki hevði havt áðrenn.
- Dagin eftir fekk eg eisini eitt anfall, og nú skilti eg at hetta var álvarsamt, sigur Joan.
Mitt á vøllinum
Dagin eftir – hósdagin – fóru tey til lækna, og hann segði at hetta ljóðaði sum epilepsi. Hann sendi hana síðani til víðari kanningar hjá serlækna á Landssjúkrahúsinum.
Fýra dagar seinni kom næsta anfallið, - í roynd og veru sama dag sum beiggi hennara hevði føðingardag.
Joan er íðin ítróttakvinna og spælir við gentum 14-17 ár hjá KÍ. Ein dagin tær vandu, fekk hon eitt anfall mitt á vøllinum.
- Eg datt niður, men reisti meg uppaftur lítla løtu seinni og spældi víðari sum um einki var hent. Hini vistu av tí, so her var eingin panikkur!, sigur Joan.
Hetta ávirkaði eisini gerandisdag hennara heima. Tey tordu illa at lata hana ganga einsamalla oman gjøgnum trappur. Tað var kanska ikki uttan orsøk at mamma hennara ein dagin tók soleiðis til: “Far í song við tær. Eg orki simpelthen ikki at hava teg uppi longur!”
Ræðandi
Eftir herviligu upplivingina í føðingardegnum gingu tvær vikur til næsta anfallið.
Tá hevði hon verið til kanning og skanning, men einki var funnið. Joan var eisini givin at taka p-bollar fyri at útiloka alt, uttan at hetta hjálpti nakað.
Nú gingu aftur tvær vikur til næsta anfallið, men tá hetta hendi, kom rættiliga ferð á anføllini, um ein kann siga tað so. Joan hevur nevniliga skrivað niður, hvørja ferð hon hevur havt eitt anfall.
- Ja, eftir hetta anfallið sum var fríggjadagin 11. apríl klokkan 12:30, komu tey stormandi. Nú fekk eg brádliga fleiri anføll um dagin, so tú kanst ætla at hetta var sera ræðandi fyri meg og okkum øll, sigur hon álvarsom.
Telji dagarnar
Eftir at Joan hevði havt tvey anføll mikudagin 23. apríl, var nóg mikið fyri hesa 16 ára gomlu klaksvíksgentuna.
Mamman ringdi hetta kvøldið til Jóngerð Ellingsgaard í Klaksvík, og sum arbeiðir við kranio-sakralari terapi, fyri at fáa hjálp við anføllunum.
Eftir eina viðtalu dagin eftir – altso hósdagin 24. apríl - heitti Jóngerð á hana um at fara til tannlæknan og biðja hann um at taka boylarnar av. Úrslitið var, at Joan gjørdi sum hon var biðin: Nú kundu boylar vera boylar!
- Eg vildi ikki vita av honum longur. Nú var nóg mikið við boylanum og øllum anføllum, sigur hon.
Tá Joan so fór aftur til tannlæknan setti hesin henni tann viðkomandi spurningin um, hvussu so fór at verða við arbeiðinum at rætta tenninar upp.
- Hetta var sjálvandi mítt egna val at sleppa boylunum. Men veitst tú hvat, - eg vil heldur hava skeivar tenn, enn øll hesi anføllini!
- Eg fekk tvey anføll dagin eftir, og aftur eitt náttina til 27. apríl. Hetta var tíbetur tað seinasta anfallið, tí síðani tá havi eg ikki merkt nakað.
Joan dámar sera væl at svimja, og bíðar nú spent eftir at svimjihøllin í Klaksvík skal lata uppaftur.
- Eg telji faktiskt dagarnar, til eg aftur sleppi í høllina!