- Eg vildi ikki longur bera meg undan

- Tað byrjaði við, at eg segði við onkran, at kvinnur altíð bera seg undan, tá ið tær verða bidnar um at stilla upp. Viðkomandi tók meg upp á orðið og heitti á meg at stilla upp.

- Í grundini er tað ein fyrimunur, at eg havi fulltíðarstarv úti millum so nógv fólk. Eg fái altíð at vita, um tað er eitthvørt fólk eru ónøgd við ella hava viðmerking til undir vanligum práti og tað dámar mær væl, sigur Gunn Joensen, bygdaráðsforkvinna í Vestmanna.

Vit hava sæð seinnu árini, at kvinnurnar í Vestmanna rættiliga hava gjørt vart við seg í kommunalu umsitingini, at tær gjørdu bart eftir áttatiárini, tá ið nógvir pengar vóru brúktir, og komu til róðrið fyri at venda gongdini rætta vegin. Men tá ið vit heita á Gunn Joensen, sum er bygdaráðsforkvinna í Vestmanna, um at vera við í hesi greinarøðini, ið snýr seg um kvinnur í leiðandi starvi, aftrar hon seg fyrst, tí hon heldur ikki, at hennara søga er so áhugaverd.

Ikki so áhugaverd, sigur hon. Í telefonbókini stendur hon sum happadráttaseljari. Hon arbeiðir fulla tíð á skrivstovuni hjá Fiskavirking í Vestmanna og er samstundis forkvinna í eini kommunu við um 1200 íbúgvum, sum hevur stóra skuld og sum fyri stuttari tíð síðani birti nýtt lív í kjakið um, hvør eigur at bera útreiðslurnar av ferjuleguni í Vestmanna. Eitt kjak, ið er frammi av og á og sum vísir, hvussu trupult tað er at reka eina kommunu, ið er so hart spent.

Vit vinna og henda illsliga mánadagin seinnapartin í januar hittast vit á kommunuskrivstovuni í Vestmanna.

Gunn Joensen er 48 ára gomul, er gift og eigur fýra børn, tríggjar dreingir og eina gentu í aldrinum 27, 24, 22 og 17 ár. Teir yngstu dreingirnir búgva heima og báðir arbeiða í fiskivinnuni. Elsti drongurin lesir uttanlands og gentan, sum kom út fyri eini stórari ferðsluvanlukku fyri góðum tveimum árum síðani, ið gjørdi hana 100 % avlamna, er flutt í egin hús.

Gunn Joensen er útbúgvin skrivstovukvinna á sakføraraskrivstovu í Havn og har arbeiddi hon fulla tíð til elsti sonurin var trý ár. Familjan flutti síðani til Vestmanna. Hon arbeiddi síðani heima meðan børnini vóru smá - tó í millumbilum sum avloysari í Føroya Sparikassa, og tá ið yngsta barnið var fýra ára gamalt fór hon út aftur at arbeiða. Fyrst hálva tíð, men seinni fulla tíð á skrivstovuni hjá Fiskavirking í Vestmanna - og har er hon framvegis.


Av tilvild

Í grundini var tað av tilvild, at Gunn Joensen kom uppí bygdaráðsarbeiði. Hon stillaði upp til valið í 1984, varð ikki vald, men til valið í 1992 kom hon inn.

- Tað byrjaði við, at eg segði við onkran, at kvinnur altíð bera seg undan, tá ið tær verða bidnar um at stilla upp. Viðkomandi tók meg upp á orðið og heitti á meg at stilla upp. Tá helt eg, at tað var brúk fyri at fáa kvinnur í bygdaráðið og kvinnulistin, sum stillaði upp í 1988 fekk dygga undirtøku millum fólk. Kvinnurnar løgdu dent á nærumhvørvið og at fáa at sett á stovn ein barnagarð. Men tá ið tær komu til var kassin tómur. Har gjørdist einki, bremsurnar vórðu høgdar í og skattaprosentið reyk upp í loft, tað hægsta sum var í landinum tá. Bygdaráðið mátti taka nakrar truplar avgerðir, sum vóru neyðugar um vit skuldu hóra undan, sigur Gunn Joensen.

- Tað er sjón fyri søgn - eisini her í kommununi - , at kvinnur bera seg undan, tá ið tað snýr seg um at koma í nevndir og ráð. Kanska er tað tí, at allir fundir liggja aftaná arbeiðstíð og hevur tú annað arbeiði og smábørn er tað trupult at fáa alt at ganga upp. Tá eg stillaði upp vóru børn míni so mikið stór, at tey høvdu ikki brúk fyri mær í sama mun. Eg mæli ikki kvinnum til ikki at stilla upp og annars bjóða seg fram, men eg hevði ikki gjørt tað sjálv um eg hevði smábørn. Tá velur tú børnini frá. Kenslurnar spæla nógv inn hjá konufólki og hóast tú tekur av einum góðum starvi eru børnini har alla tíðina í bakgrundini, tí tú kanst ikki sleppa teimum beinleiðis. - Hinvegin dugi eg ikki at síggja, hví konufólk og mannfólk, sum fáa sær eina útbúgving ikki skulu brúka hana. Onkursvegna eigur tað at bera til at sameina starv og heim. Í síni tíð valdi eg at arbeiða hálva tíð. Tað er sera hóskandi, tá ið tú hevur smábørn og tá snýtir tú ongan, hvørki arbeiðsgevara ella børn. Og tú ert ikki minni effektiv um tú arbeiðir skerda tíð. Arbeiðsvikan er sum er ov long. Arbeiðsmarknaðurin kann ikki vera kvinnurnar í føðialdri fyri uttan. Tað vísir seg vera trupult at vera burtur úr arbeiði í longri tíð, tú missir nógv og skalt nærum av nýggjum seta teg inn í ymiskt. Tá ið tað er sagt eiga konufólk at sleppa at velja, um tær hava hug at vera heima ella at verða virknar á arbeiðsmarknaðinum, sigur Gunn Joensen.


Ætlaði at gevast

Um tað mundið, tá ið Gunn skuldi taka støðu til, um hon skuldi stilla upp aftur til seinasta bygdaráðsval ella ikki, kom dótturin, Herit, út fyri stóru ferðsluvanlukkuni, ið hevur broytt lívið ikki minst hjá dóttrini, men eisini hjá hinum í familjuni.

- Eg hevði hálvgum gjørt av at gevast, tí bygdaráðsarbeiði er so tíðarkrevjandi og tí at tað er ikki sørt ótakksamt. Men allar kvinnurnar kunnu ikki gevast í senn, so eg gjørdi av at royna eina ferð afturat. Eingin bjóðar seg fram sjálvboðin, fólk heita á teg um at gera tað. Kappingin var sum so ikki hørð um at verða vald og vit gjørdu einki fyri at verða vald. Vit lótu tað sum vit høvdu avrikað í bygdaráðnum standa sína roynd og løgdu tað upp til borgararnar sjálvar at gera av, hvønn teir valdu, sigur Gunn, sum fekk fjórðu hvørja atkvøðu í bygdini.

- Sjálvandi gleðir tað ein, at fólk vísa einum so stórt álit.

Tá ið vit spyrja Gunn um tað, at bygdaráðið í dag hevur fleiri kvinnur enn menn kann tulkast sum eitt aftursvar til tíðina, tá ið kassin varð tømdur og at fólk nú vildu hava annað skil í, er hon varin at svara.

- Fyrstu ferð kvinnulistin fekk so dygga undirtøku varð hann ógvuliga væl stuðlaður av konufólki, men eisini mannfólk tóku undir við kvinnunum. Vit vóru á eini skeivari kós, men eingin visti hvussu skilið var. Avgerðirnar, sum vórðu tiknar, vístu seg at vera rættar. Stóru ambisjónirnar kvinnurnar høvdu undan valinum bóru ikki til at seta í verk, tí pengar vóru rætt og slætt til einki. Nú eru vit komin har til, at ein nevnd er sett til at kanna møguleikarnar fyri at gera ein barnagarð í bygdini, og um eini 2-3 ár rokni eg við, at vit kunnu taka hann í nýtslu, sigur Gunn Joensen.

Í ár er ein miljón sett av til forarbeiðið og grundøkið er fingið til vega. Kommunan ætlar at fáa í lag samstarv millum skúlan og barnagarðin. Í løtuni eru meiri enn 60 børn í dagrøktarskipanini í kommununi og ein lítil bíðilisti er. Stórur áhugi er í bygdini fyri barnagarðinum.

- Tað fer ikki dagur framvið uttan at eg fái at vita, hvussu nógv fólk gleða seg til barnagarðin. Tey ótolnast kortini ikki, tí tey vita sum er, at tað tekur sína tíð og at fíggjarorkan ikki er góð. Og mannfólkini í bygdaráðnum streingja líka nógv á sum kvinnurnar at fáa barnagarðin. Vit hava gott samstarv øll somul og tað er kanska tí, at vit ikki eru politiskt vald, sigur Gunn Joensen.

Av øðrum stórmálum í Vestmanna kommunu er ferjulegan, ið ár eftir ár mergsýgur kommununa peningaliga. Herfyri setti bygdaráðsforkvinnan ein hvøkk í landsins myndugleikar, tá ið hon lýsti økið við ferjuleguna til leigu. Landsstýrismaðurin í vinnumálum svaraði bygdaráðnum aftur, men Vestmanna kommuna heldur ikki, at knúturin um ferjuleguna er loystur fyrr enn landið átekur sær at rinda fyri ein størri part av tí, ið íløgan á sinni kostaði.

- At so stórur partur av fíggjarorkuni fer til ferjuleguna ger, at vit fáa ikki barnagarðin upp at standa so skjótt vit vilja og annars fáa gjørt nakað fyri tey gomlu og brekaðu, ið vit veruliga ynskja. Ferjulegan hevur verið ein av størstu knútunum hjá okkum í nógv ár og øll uppskotini vit eru komin við til landsstýrið eru kveistrað av borðinum við umberingum. Men vit gevast ikki, sigur Gunn Joensen.


Brævið sum hvarv

Við fullum starvi til dagligt umframt starvið sum bygdaráðsforkvinna í eini miðal stórari bygd í Føroyum sigur tað seg sjálvt, at nóg mikið er at takast við.

- Tað kann vera strævið, men eg vil siga, at eg eri spard fyri keðiligum uppringingum frá ónøgdum fólki. Eg hevði í grundini ikki roknað við, at tað fór at vera soleiðis, men tað er sjálvandi lættari at sita í bygdaráðnum, tá ið tú ert vanligur limur. Tá ið eg stillaði upp aðru ferð hevði eg ikki roknað vit at fingið flest atkvøður.

- Eg merki einki til, at eg verði undirmett, tí eg eri konufólk og eg haldi, at flest fólk hava virðing fyri konufólki. Men tá ið tað kemur til landsins myndugleikar er støðan ein onnur. Teir virða ikki javnstøðulógina, sum teir sjálvir hava sett í verk. Eitt bræv, sum vit hava sent landsstýrinum er eftir øllum at døma horvið hóast tað bæði er sent í posti og telefaxi. Slíkt eigur ikki at henda. Teir eiga at ganga undan og slóða fyri.

- Konufólk, sum fáa sær eina stóra útbúgving, eru til reiðar at taka av avbjóðingum so sum at koma í nevndir og ráð. Og vit síggja, at fleiri um ikki nóg nógvar koma framat í dag. Men vit vita samstundis, at kvinnur krevja nógv av sær sjálvum, at tær skulu hava ein ávísan førleika, áðrenn tær bjóða seg fram. Tað er kanska ein spurningur um tíð til líka nógvar kvinnur sum menn eru í nevndum og ráðum.

- Og tað at arbeiðið kann vera ótakksamt so og so spælir eisini inn. Í løtuni er tað sera trupult hjá okkum at arbeiða í kommununi, tí vit hava ongar pengar at arbeiða við, og tað ger tað eitt sindur óhugaligt.

Um tað er neyðugt fyri kvinnur at vera virknar á arbeiðsmarknaðinum fyri at hava eitt gott sjálvsálit, sigur kvinnan, sum hevur verið heimagangandi mamma, men sum nú hevur eitt fulltíðarstarv umframt ábyrgdina fyri eini miðalstórari bygd:

- Tað haldi eg ikki. Sjálvsálitið eigur at verða bygt upp frá barnsbeini av og ta uppgávuna eiga foreldur fyrst og fremst, men eisini ansingarstovnurin og skúlin. Um tað sum tú tekst við antin tað er heima ella úti eydnast ávirkar tað sjálvsálitið, - tað at tú gert nakað sum munar. Avbjóðingarnar tú tekur styrkja teg sjálvsagt. At ein kona, sum tað jú oftast er, gongur heima og passar hús og familju og følir, at hon ger eitt gott arbeiði eiga vit at virða. Tað er upp til hvønn einstakan at gera av, hvussu tey velja. Viðhvørt hevur ein varhugan av, at konufólk kenna seg trýst at fara út at arbeiða, men eisini her er vend komin í, sigur Gunn Joensen.


Loddar dýpið

Í samrøðuni hevur Gunn Joensen nomið eitt sindur við tey sokallaðu bleytu økini, barnaansing, kor hjá eldri og brekaðum, og hetta eru øki, ið eyðkenna áhugamál hjá kvinnum.

- Í einum bygdaráð ber ikki til at skúgva alt til viks og bert arbeiða við hesum málum. Alt skal hanga saman, og sum er hava vit einki val. Tað hevur verið siðvenja, at konufólk serliga taka sær av teim bleytu økjunum og tað kemst av, at tey hava lættari við at síggja, hvussu og hvar tørvurin er á tí ymiska. Hinvegin vil eg siga, at í bygdaráðnum í Vestmanna stuðla menninar kvinnurnar í hesum.

Gunn Joensen heldur, at tað er ein fyrimunur hjá sær sum bygdaráðsforkvinna at arbeiða millum so nógv fólk sum hon ger á Fiskavirking. Nógvar eru glósurnar, sum fara ígjøgnum luftina, men tað skortar heldur ikki upp á góð ráð og viðmerkingar til tað ymiska.

- Eg verði viðfarin akkurát á sama hátt sum eg var áðrenn eg gjørdist forkvinna í bygdaráðnum. Fólk kunnu altíð koma í samband við meg. Við vælvild frá arbeiðsgevaranum á Fiskavirking havi eg beinleiðis linju úr kommunuskrivstovuni á skrivstovuna, har eg siti til dagligt. Tað er nærum ein fortreyt fyri, at tað skal ganga. Og tá ið eg eri millum so nógv fólk fái eg altíð at vita, um tað er eitthvørt fólk eru ónøgd við ella hava viðmerking til undir vanligum práti. Eg fái loddað dýpið á ein natúrligan máta og tað dámar mær væl. Meiningarnar og hugskotini eru nógv og tað kann ávirka tær avgerðir, ið verða tiknar.


Hevur tænt sínum endamáli

- Eg haldi avgjørt, at kvinnurørslan var uppá sítt pláss tá fyri 30 árum síðani og hon hevur avrikað meiri enn vit kanska gera okkum far um. Hon hevur gjørt gagn, men eg vil siga, at tíðin er farin frá henni. Konufólk kunnu koma sær fram uttan kvinnurørsluna.

- Sjálv havi eg ongantíð sett meg inn í, hvat javnstøðulógin stendur fyri, men eg kann taka undir við, at munur ikki eigur at verða gjørdur á kvinnu og manni. Tá ið tað er sagt, haldi eg, at tað er ógvuliga spell, at hon er neyðug, men tað er hon vist soleingi landsins myndugleikar ikki arbeiða út frá henni. Og eg kenni dømi um, at kvinnur við góðum førleika ikki eru sloppin inn á øki, sum er vanlig mannfólkaøki. Kjakið um javnstøðu hevur tað við at fara av sporinum og tað endar ofta við, at lógin verður hildin til gjøldurs.

- Sum so er tað ikki nakar trupulleiki hjá kvinnum at bjóða seg fram bara tær vilja. Í dag síggja vit, at fleiri konufólk taka við leiðandi og annars krevjandi størvum. Vit síggja í fiskivinnuni í Vestmanna, at fleiri kvinnur hava leiðandi størv og tað kemst av, at tær hava tikið útbúgving á økinum - á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.

- Javnstøðukjakið gongur ógvuliga nógv uppá munin millum mann og kvinnu. Í tí dagliga merki eg einki til, at vit ikki hava javnstøðu millum kynini. At býtið av arbeiðsuppgávum í einum heimi ikki er so javnt ber ikki til at broyta við eini lóg. Tað má vera innarbeitt frá barni av og tí er tað uppgávan hjá foreldrum at læra børnini síni tað.

- Tá ið vit tosa um javnstøðu gloyma vit ofta minnilutabólkar sum tey brekaðu. Tey verða ikki hoyrd og eru nógv verri fyri í samfelagnum enn kvinnur. Bara tað at Dagur Teirra Brekaðu, sum var 3. des. ikki varð hildin, men varð skotin út í framtíðina, er virðingarleyst. Føroya Løgting hevur sjálvt samtykt, at viðurskifti teirra brekaðu skulu viðgerast í tinginum hendan ávísa dagin á hvørjum ári, men eftir øllum at døma virða tingfólk ikki teirra egnu samtykt. Tað snýr seg um eitt orðaskifti, men eisini tað verður kveistrað til viks uttan nakað.

- Tey skulu stríðast fyri hvørjum einstøkum ynski tey hava um eitt virðiligt lív. Eingi arbeiðstilboð eru til tey rørslutarnaðu, bara upp undir val er brúk fyri teimum, tá verða tey tikin uppá tungu. At dóttir mín er vorðin rørslutarnað hevur ávirkað alt okkara lív og hóast hon ikki býr heima hjá okkum hevur tú hana í huganum alla tíðina. Tað materiella hevur einki at siga og tú sært trupulleikarnar hjá teimum brekaðu øðrvísi nú tú hevur fingið tað so tætt inn at tær. Okkara samfelag er als ikki til hesi fólk, tí forðingarnar eru so nógvar fyri at fáa eitt brúkiligt og virðiligt lív, sigur Gunn Joensen at enda í viðtali.


---

Prát við kvinnur í leiðandi størvum

Hetta er sætta og seinasta samrøðan í greinarøð, har vit tosa við kvinnur í leiðandi størvum um javnstøðu, um hvussu ein sameinar arbeiði og familjulív, karrierumøguleikar og fordómar ímóti kvinnum á arbeiðsmarknaðinum. Næsta leygardag fara vit at tosa við Turið Debes Hentze, forkvinnu í Javnstøðunevndini. Hon fer at taka samanum og at nema við spurningar, ið hava verið umrøddir í greinarøðini.