? Mótmælini móti nýggja løgtingshúsinum verða ikki tagd burtur.
Boðini frá Finnboga Ísaksyni, løgtingsformanni, eru greið. Hann vísir á, at mótmælini ikki eru tagd burtur meira enn so, at tað í løtuni er til viðgerðar, um tað yvirhøvur skal farast víðari við ætlanini um at byggja nýtt løgtingshús. Tískil heldur hann tað ikki vera viðkomandi at kjakast um mótmælini fyrr enn vist er, um málið er livandi ella deytt.
Finnbogi Ísakson greiðir frá, at málið um nýggja løgtingshúsið kemur fyri einaferð í næstu viku. Tá vita allir partar, at undirskriftirnar móti løgtingshúsinum eru til, og tí verða tær eisini tiknar við í metingunum.
Telefonhúsið í lagi
Finnbogi Ísakson er samdur við Hans Jensen, tá hann sigur, at telefonhúsið oman fyri løgtingshúsið væl kann nýtast til skrivstovur og annað til løgtingslimirnar, og at væl ber til hjá teimum at renna ímillum bygningarnar.
Men sambært Finnboga Ísaksyni eru tað ikki bert skrivstovuviðurskiftini hjá løgtingslimunum, ið ikki eru nøktandi.
? Verandi tingsalur er ikki nøktandi. Vit mugu hava ein nýggjan og betri sal, og hann kunnu vit ikki fáa uppi í telefonhúsinum.
Monument
Løgtingsformaðurin heldur, at um Løgtingið fer undir eina verkætlan at betra um viðurskiftini hjá løgtingslimunum, so hevur tað eina skyldu fyri høvuðsstaðnum og øllum Føroya fólki at gera nakað, ið borgararnir kunnu vera erpnir av.
? Vit mugu hava eitt hús, sum nærsagt skal vera fínt. Vit eiga ikki at siga, at av tí, at vit í løtuni hava eitt vánaligt hús, so byggja vit eitt, sum er eitt sindur sterkari og eitt sindur størri. Vit mugu heldur gera nakað, ið hevur við sær, at føroyingar um eini 100 ella 200 ár kunnu siga, at hatta er parlamentið hjá okkum, og hasum eru vit stoltir av, sigur Finnbogi Ísakson. Hann heldur, at húsið skal vera eitt slag av einum monumenti.
Finnbogi Ísakson vísir at enda á, at hansara persónliga áskoðan er, at nýtt løgtingshús skal byggjast eftir tí vinnaraprojekti, sum vit hava, og tað skal byggjast út í eitt. Hann ásannar, at tað kann fara at gerast torført at fáa løgtingið við upp á hesa ætlan, men hann vónar, at okkurt kemur burturúr.