Egon veit ikki nær hann sleppur heim úr Vietnam

– Eg blívi skjótt svakur av at bíða og bíða.

Hetta sigur havnarmaðurin Egon Andreasen, sum 25. november i fjør saman við unnustu síni leitaði sær til føðiland hennara Vietnam at ferðast.

Og nú leingist hann av álvara heim aftur til Hirtshals, har hann hevur verið búsitandi seinastu mongu árini.

Egon sigur, at tey upprunaliga skuldu koma aftur til Danmarkar 31. mars 2020, men vegna corona-smittuna varð alt útsett í óásetta tíð. Fleiri ferðir hava tey fingið at vita, at nú verður tað, men hvørja ferð eru tey sett aftur.

Seinast tey fingu at vita, at nú var alt komið upp á pláss, var 31. mai. Tey settu seg í bilin og koyrdu í samfullar átta tímar til ein fjarskotnan flogvøll. Tá ið tey komu á staðið varð upplýst, at onkur misskiljing var komin í, so tey máttu bíða til onkuntíð í juli mánað.

– Tað er tílíkt, ið kann gera ein svakan, og hetta hevði ikki komið fyri í Danmark, sigur Egon. Tey halda til í einum býi, ið nevnist Pham Thiet, har unnustan eigur eini fitt lítil hús í tveimum hæddum.

Saman við familjuni hjá henni stytta tey sær um stundirnar við kortspæli, videoupptøkum við meira. Hvønn dag er hitin um 30-35 stig, og Egon metir, at hetta sum frálíður er í meira lagi fyri ein bleikan føroying.

»Håbet er lyserødt« plaga danir at taka til, og Egon vónar av sínum innasta hjarta, at hann er heima í Danmark í byrjanini av juli mánað.