Eidesgaard: Andstøðan er bitleys

Báðir andstøðuleiðararnir minna mest um sunnudagsskúladreingir, sum næstan umbera seg, tá teir tala makthavarunum ímóti, heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum.

Í Tíðargrein í Sosialinum um vikuskiftið kallar Jóannes Eidesgaard politiska kjakið í løgtinginum veingjaskotið, og hann heldur at stríðið hjá andstøðuni er bitleyst. Eidesgaard hartar millum annað eisini eftirmannin hjá sær í formanssessinum í Javnaðarflokkinum.

- Hondina á hjartað, kjakið í tinginum er mangan alt annað enn áhugavert. Gaman í er nakað av kegli, men als einki bit. Hugsjónarligu orðadrátturin er veingjaskotin, tí nú er tað ikki longur flokkar móti flokkum, men einstaklingar móti einstaklingum, skrivar Jóannes Eidesgaard.

- Andstøðan hevur tann fyrimun, at hon kann tóna reint flagg. Hví so ikki taka upp hugsjónarliga stríðið við fullari styrki. Sjáldan fyrr hava vit havt meira brúk fyri einum hugsjónarligum stríði á tingi, har vælferðin hjá teimum mongu verður sett upp ímóti gøðingini av teimum útvaldu.

Jóannes Eidesgaard heldur, at tað hava verið nógv mál, har andstøðan kundi givið samgonguni skarpan gang.

- Men báðir andstøðuleiðarar minna mest um sunnudagsskúladreingir, sum næstan umbera seg, tá teir tala makthavarunum ímóti. Tað er í lagi at hava høviskan málburð, men álvaratos tað skal valdast!

Annar andstøðuleiðarin, sum Eidesgaard sipar til, er avloysarin hjá honum sum formaður í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Johannesen.

- Tað ber ikki til at føra seg fram sum leiðari av einari andstøðu, um ein ikki onkuntíð lyftir røddina og buldrar eitt sindur. Tit hava skyldu at leiða og vísa veg fyri umleið helvtina av fólkinum. Mær tykir, at formenninir í andstøðuni á mangan hátt orða seg og bera seg fram, sum vóru teir embætismenn, heldur enn politikarar, skrivar Jóannes Eidesgaard í Sosialinum.