Eidesgaard langar út eftir peningastovnunum

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í Fíggjarmálum, er skelkaður av at hoyra, at føroysku peningastovnarnir skulu hava sníkt ómaksgjøld inn í nýggju KT-Skipanina. Jóannes Eidesgaard sigur, at hann er rættiliga skelkaður av nýggjastu tíðindunum, at føroysku peningastovnarnir í øllum hurlivasanum við KT-umleggingini hava sníkt fleiri nýggj ómaksgjøld inn í nýggju skipanina, soleiðis at kundar nú skulu rinda ómaksgjøld fyri líkt og ólíkt fyri at vera kundar í føroyskum peningastovni.

- Allir føroyskir lønmóttakarar eru noyddir at vera kundar í føroyskum peningastovni. Framferðin og atburðurin hjá føroyska peningastovnum viðvíkjandi KT-umleggingini hevur verið rættiliga ódámligur. Kundarnir hava verið serstakliga ónøgdir eftir KT-umleggingina, og nú kemur eisini undan kavi, at peningastovnarnir við KT-umleggingini hava sníkt fleiri nýggja ómaksgjøld á føroysku kundarnar, sigur Jóannes Eidesgaard.

- Tað má vera óhoyrt í privatu vinnuni, har kapping er loysunarorðið, sum skal fáa allar brúkarar nøgdar, at kundar fáa eykarokning fyri vánaliga tænastu. Kundi freistast til at hugsað, at føroysku peningastovnarnir, við KT-umleggingini, í felag royna at sníkja nýggj ómaksgjøld á føroysku kundarnar, men so lætt sleppa teir sjálvandi ikki, slær landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum fast.

Jóannes Eidesgaard fer tí at krevja føroysku peningastovnarnar eftir einari almennari frágreiðing um, hvat tað er, sum gongur fyri seg í løtuni.