Eidesgaard í samráði um Eik

Í hesi løtu situr Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í samráði í fíggjarnevndini um støðuna í Eik. Fíggjarnevndin vildi hava landsstýrismannin í samráð at svara 22 spurningum um viðurskiftini í Eik og, hvørja ávirkan tey fáa á samfelagið.

Hann skal eisini greiða frá, hvørjar ætlanir, landskassin hevur við Eik.

Harafturat skal hann svara spurninginum um, hvussu stórt innlit hann hevði í støðuna hjá Eik og, hvussu stórt danski fíggjarmálaráðharrin hevur havt.

Somuleiðis vil fíggjarnevndin hava at vita, hvørjar treytirnar fara at vera, skuldi tað hent, at landskassin fer at seta pening í Eik og um ætlanin er at fíggja innskoti við øktum skatti.

Spurningarnir eru hesir:

1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrimaðurin í fíggjarmálum í sambandi við støðuna í Eik Banka?

2. Hvørjar verða avleiðingarnar fyri samfelagið, um Eik Banki ikki fær nýggjan

innskotspening?

3. Hvørjar verða avleiðingarnar fyri landskassan, um landið skjýtur pening í Eik Banka?

4. Hvussu stórt innlit hevur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í støðuna hjá Eik?

5. Hvussu stórt innlit hevur danski fíggjarmálaráðharrin í støðuna hjá Eik?

6. Hvør er støðan, um Eik fer av knóranum áðrenn 1. oktober 2010 í mun til eftir 1. oktober 2010?

7. Hvørjar eru royndirnar hjá bankakundum, har avriggingarfelagið hjá Finansiel Stabilitet hevur tikið yvir neyðlíðandi peningastovn? (T.d. lánstreytir fyri verand lán v.m.)

8. Hvør av teimum fýra loysnunum, sum Finansiel Stabilitet hevur at ráða yvir, verður

galdandi fyri Eik Banka, um ein haldfør privat loysn ikki verður funnin (niðanfyri verður víst til brot av heimasíðuni hjá Finansiel Stabilitet). Hvør av hesum 4 loysnunum er gagnligast fyri okkum føroyingar?

I tilfælde af, at et pengeinstitut ikke opfylder lovens solvenskrav, og der ikke er mulighed for at finde en holdbar privat løsning, vil Finansiel Stabilitet enten skyde penge ind i et nyoprettet datterselskab, som overtager og afvikler pengeinstituttet på en kontrolleret måde, indskyde ansvarlig kapital i en nyetableret bank og sikre bestemmende indflydelse, overdrage pengeinstituttet til en køber anvist af Finansiel Stabilitet eller betale et kontant engangsbeløb for at overtage et nødlidende pengeinstitut.

9. Um landsstýrismaðurin kemur í Løgtingið við umbøn um eykajáttan til at skjóta

almennan pening í Eik Banka, undir hvørjum treytum verður slíkt innskot játtað?

Fíggjarnevndin

10. Um landsstýrismaðurin ætlar at skjóta almennan bjargingarpening í Eik Banka, nær verður hetta gjørt?

11. Hvussu vera kappingarviðurskiftini, um Eik Banki fær pening úr landskassanum ella kemur í Finansiel Stabilitet?

12. Er strategiska fíggjarmegin hjá føroyska fíggjarkervinum ført fyri at fíggja framtíðar vinnu og fiskivinnuni 2018?

13. Er strategiska fíggjarmegin hjá føroyska fíggjarkervinum ført fyri at fíggja framtíðar alternativar vinnur og prosjektir?

14. Hvussu verða viðurskiftini viðvíkjandi RealKredit-garantiinum?

15. Hvussu kunnu ognarviðurskiftini við Elektron ávirkast?

16. Hvussu tryggjar landsstýrismaðurin, at ikki viðkomandi persónsupplýsingar verða

yvirtiknir av EIK Bank DK separering?

17. Ætlar landstýrðismaðurin at gjalda rentur og avdráttir í sambandi við lántøku við øktum skattum?

18. Hevur landsstýrismaðurin eina fíggjarliga tilbúgvingarætlan, um so er, at aðrir

peningastovnar ella stór feløg koma í somu støðu sum EIK Banki?

19. Hevur landsstýrðismaðurin eina meting av kostnaðinum í sambandi við ?Image? og ?Rating? tap av útfallinum av EIK Banka?

20. Allir peningastovnar gjalda í dag til ?Det private beredskab?. Ætlar landsstýrismaðurin at brúka skattapening til at bjarga EIK Banka úr bjargingarskipanini?

21. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin, at møguligt íkast av landsins peningi verður umboðaður í EIK samtakinum?

22. Ætlar landsstýrismaður at biðja um ?suspendering? av EIK Banka-partabrøvum, meðan politiska skipanin tekur støðu um luttøku í EIK Banka?

Tó skal leggjast afturat, at tað er ikki loyvt at upplýsa, hvat sagt verður í einum samráði