Eiðisfólk fegnast um eigaraskifti á Norðís

- Tað var eitt skot fyri bógvin, tá fiskivirkið Norðís snaraði um lykilin, og arbeiðið varð lagt niður, sigur borgarstjórin í Eiðis kommunu.

Eiðis bygd hevur altíð ligið væl fyri til útróður, og her finnast mangar frásagnir um góðar og fongríkar útróðrardagar, men tíverri verður eisini mangan sagt frá ringum og strevmiklum andróðursdøgum.

 

- Ivaleyst mundi Flógvin ikki altíð vera so tespiligur at koma innaftur á, tá hann knappliga brann á við høgættarstormi.

 

Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu, heldur, at fólk í kommununi hevur nógv at takka havinum fyri.

 

- Havið er og hevur altíð verið matkovi føroyinga, og hjá okkum er einki undantak. Umráðandi er tískil, at fiskivinnan verður varðveitt sum grundarlagið undir lokalsamfelagnum, og avgerandi er at geva vinnuni og fiskimonnum nøktandi umstøður og bein at standa á.

 

Jógvan í Skorini vísir á, at tað var eitt skot fyri bógvin, tá fiskivirkið Norðís fyri tíð síðan snaraði um lykilin, og arbeiðið varð lagt niður.

 

- Men einki er so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, sum tikið verður til. Fyri stuttum kom lív aftur í virkið og harvið enn og meira lív í havnalagið aftur. Gleðitíðindi frættust, at Valhalla hevði keypt Norðís og ætlaði at flyta alt virksemið av Toftum og til Eiðis.

 

Borgarstjórin sigur, at Eiðis kommuna fegnast um, at nýggir eigarar nú eru við til at skapa fiskaarbeiði aftur á havnalagnum.

 

- Við hesum fær fiskivinnan enn eitt bein at standa á í kommununi. Meiri lív er komið aftur í havnarlagið á Eiði, og hetta fegnast vit um, sigur Jógvan í Skorini, sum eisini gleðir seg til regattasiglingina í Sundalagnum, sum byrjar á Eiði fríggjakvøldið - júst um eina viku.