Eiðismenn eru aftur á toppinum

Kappróður 6-mannafør menn: Undan ólavsøku er tað stórur spenningur um, hvør verður meistari

Størsti og mest spennandi kappróðurin í góðu líkindunum í Sandavági í dag var tað, tá ið 6-mannaførini við monnum kappaðust.

 

Á eystanstevnu var tað Páll Fangi úr Klaksvík, sum vann, meðan tað gekk minni væl hjá Hvalinum av Eiði, sum fyrr í summar var stóri FM favoritturin.

 

Í dag loftaði Hvalurin sær aftur. Eiðismenn vunnu, og tað ber við sær, at Hvalurin nú er fremstur í FM kappingini. Tað eru trý stig frá Hvalinum og aftur til Skúgv úr Sandavági, og á ólavsøku vera tað hesir báðir bátarnir, sum fara at stríðast um FM heitið.

 

Í dag var tað mest sum eingin munur millum tríggjar teir fremstu. Hvalurin var bara 00.03 minuttir undan Froðbingi, sum var 00.87 minuttir undan Skúgvi.

 

Páll Fangi var í dag eina bátslongd frá vinnarabátinum.

 

##med2##

 

úrslit/rsf.fo

 

 

 

##med3##