Kann tíðin at sigla úr Suðuroy til havnar setast niður í helvt?
Tað vita vit ikki -enn.
Men Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri heldur avgjørt, at møguleikin er verdur at kanna.
Hann skjýtur upp fyri politikarum, at næstu ferð, Smyril skal í dokk, veðrur tað gjørt um summarið.
? Ímeðan hann so er í dokk, eiga vit so at leiga ein katamaran at sigla ímillum Havnina og Suðuroynna.
? Gongur tann royndin væl, eiga vit at koyra Smyril í dokk út ímóti vetri árið eftir, og so aftur vita, hvussu ein katamaranur hevði roynst hesa árstíðina.
Býráðsformaðurin á Tvøroyri sigur, at tað hevur verið ein øgilig menning á hesum øki seinastu árini.
? Tí eiga vit ikki at lata ræða av royndunum, vit gjørdu við katamaraninum Hornoy, sum vit leigaðu til suðuroyarsiglingina eitt summarið síðst í sjeytiárunum.
? Katamaranarnir, sum fáast nú á døgum kunnu als ikki samanberast við Hornøy.
Í dag fáast katamaranar sum eru líka stórir, og væl størri enn Smyril.
Teir sigla 40-50 fjóðringar um tímar og taka líka nógv ferðafólk og líka nógvar bilar, sum Smyril ger og summir nógv meiri enn tað
Teir hava eitt eitt byggisnið og somuleiðis teldustýrdar stabilisatorar sum ger, at teir hvørki rulla nær til so illa, ella høgga nær til so hart, sum annars -og sum fólk minnast frá Hornøy.
Páll Vang sigur, at við einum skipi sum hesum, hevði siglingstíðin millum Havnina og Suðuroynna farið niður í helvt, ella kanska enntá enn longur niður.
Páll Vang sigur, at hann veit ikki, um slíkt skip kunnu brúkast í Føroyum.
Men hann heldur, at tað hevði verið vert at kanna, tú hann veit, at tey kunnu brúkast aðrastaðni, har veðrið eisini er ringt viðhvørt.
Kanska eru tað 10 dagar um árið, at hann ikki kann sigla. Men tað haldi eg, at vit kunnu offra fyri eitt frálíkt amband 350 dagar um árið.
Hann vísir eisini á, at slík skip sigla so skjótt, at tað gevur hugartil ókendar møguleikar fyri fleiri túrum, eisini á øðrum farleiðum.
Somuleiðis hevði tað væl borið til at siglt til Skotlands við einum slíkum skipi, við fiski, oljuútgerð og hvat tað skal vera, uttan at tað nervaði suðuroyarsiglingina.
Kannar málið
Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni heldur, at tað verður ómøguligt at leiga eitt skip ímeðan Smyril er í dokk.
Hann skal bara í dokk í fýra dagar hesuferð og at leiga ein katamaran í so stutta tíð kostar so nógv, at tað verður ikki hugsingur um at leiga ein katamaran í so stutta tíð.
Smyril skal í dokk í næsta mánaða og møguleikarnir verða nú kannaðir at leiga Norrønu aftur.
Annars sigur stjórin á Strandferðsluni, at málið um katamaran verður tikin upp í sambandi við arbeiði at fyrireika nýtt suðuroyarskip.
Hann sigur, at nú nýtt suðuroyarskip skal fyrireikast, verður eisini ein katamaranur ein partur av kanningunum.
? Vit fara at kanna prísir, støddir og dygdir, fyri at vita, hvat vit hava at halda okkum til.
Tó leggur Reidar Nónfjall dent á, at høvuðsuppgávan hjá teimum er framvegis at fyrireika eitt nýtt suðuroyarskip.
? Men umframt tað, kanna vit eisini aðrar møguleikar, m.a. um katamaranar kunnu brúkast og, um hóskilig brúkt skip eru á marknaðinum, sum kunnu fáast til keyps at avloysa Smyril.