Eiga at loyva skrásettum parlagi

-Vit eiga at loyva skrásettum parlagi í dag heldur enn í morgin, segði løgtingsmaðurin Finnur Helmsdal í røðu í Havn í dag. Finnur Helmsdal var boðin at halda røðu á tiltakinum Faroe Pride, sum norðurlendska felagið hjá teimum samkyndu, ANSO, skipaði fyri í Havn í dag. Hann legði sjálvur annar uppskotið um at seta grein 266b í gildi í Føroyum fram, og hann hevur hug at fara uppaftur longri á sama øki.

-Vit eiga at loyva skrásettum parlagi, og vit eiga at gera tað í dag heldur enn í morgin, segði tjóðveldistingmaðurin.

Millum 50 og 100 fólk gingu úr Norðurlandahúsinum oman í miðbýin, har onnur smá hundrað fólk tóku ímóti. Umframt røður vóru sangur og tónleikur á skránni.