Eiga ikki at vænta at Turkaland góðtekur

Norska kringvarpið skrivar í dag, at PKK hvørki er á yvirgangslista í Svøríki ella Noregi.

 

Forsetin í Turkalandi, Recep Tayyip Erdogan, endurtekur aftur í dag sínar ákærur ímóti Svøríki um, at landið hýsir yvirgangsfólki. 

 

Samstundis vísir hann á, at Svøríki ikki eigur at vænta, at Turkaland fer at góðtaka umsóknina hjá landinum um limaskap í Nato.

 

- Ikki uttan so, at Svøríki sendir Turkalandi yvirgangsfólk, sum forsetin heldur eru í Svøríki.

 

Recep Tayyip Erdogan er áður komin við líknandi útsagnum, har hann sipar til kurdiska arbeiðaraflokkin PKK, sum er á yvirgangslista í Turkalandi.

 

Norska kringvarpið - NRK - skrivar í dag, at PKK hvørki er á yvirgangslista í Svøríki ella Noregi.

 

Í dag lótu Svøríki og Finnland formelt sínar umsóknir inn um upptøku í Nato, og tað var Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sum tók ímóti.

 

Tað hevur skapt ávíst órógv í verjusamgonguni, at Turkaland knappliga aftrar seg við at góðkenna Svøríki og Finnland sum Nato-limir.

 

##med2##

 

 

 

Jens Stoltenberg við svensku og finsku umsóknunum um Nato-limaskap.