Eigur at biðja um umbering

Borgarstjórin í London, Ken Livingstone, ber orð fyri at vera rættiliga opinskáraður, og nú heldur Tony Blair, forsætisráðharri, at borgarstjórin hevur gjørt í so nógv av.

Í síðstu viku samanbar Ken Livingstone ein jødiskan tíðindamann við ein fangavørð í einari týningarlegu. Borgarstjórin hevur seinni sagt, at kanska vóru orðini nakað niðursetandi, men hann heldur ikki, at tey kunnu sigast at vera rasistisk, sum onnur halda tey vera.

Nú hevur Tony Blair, forsætisráðharri, biðið borgarstjóran biðja tíðindamannin um umbering. Í samrøðu við sjónvarpið Channel Five týsdagin segði Blair, at tað hevði verið gott, um Livingstone hevði biðið tann jødiska tíðindamannin um umbering. Blair legði tó afturat, at Ken Livingstone er ikki tann einasti, sum ilskast inn á tíðindafólk.