Eigur eldraøkið nakran góðan?

Tað kann undra, at so lítið er at hoyra frá leiðslum á eldraøkinum, nú alt vælferðarøkið hevur stórar rekrutteringstrupulleikar av starvsfólkum. Samstundis síggja vit dagliga leiðslur og foreldraráð á dagstovnaøkinum kropp á kroppi gera vart við ótolandi støðuna á dagstovnaøkinum.

 

Í dagstovnalógini stendur :

 

 §9. Fyri hvønn dagstovn og hvørja dagrøktarskipan, tó ikki sjálvsognarstovnar, skal veljast eitt foreldraráð, sum gevur leiðaranum ráð og vegleiðing. Ráðið skal arbeiða fyri at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa.

 

Í eldralógini stendur:

 

§15.Á hvørjum røktarheimi og eldrasambýli verður valt eitt samstarvsráð, sum hevur til endamáls at tryggja samstarvið millum búfólk, avvarðandi og heimið.

 

Stk. 2. Samstarvsráðið kann ráðgeva og vegleiða leiðsluni á røktarheiminum ella eldrasambýlinum og skipa fyri tiltøkum, sum kunnu gera gerandisdagin hjá búfólkunum meiri virknan bæði á heiminum og í nærumhvørvinum.

 

Stk. 3. Ráðið verður mannað við einum búfólki, einum umboði fyri avvarðandi og einum starvsfólki.

 

Stk. 4. Samstarvsráðið skipar seg sjálvt, og ger innanhýsis starvsskipan.

 

Vit kunnu hervið staðfesta, at lógin verður ikki fylgd, tí  nærum eingi samstarvsráð eru á ymsu røktarheimum og sambýlum!

 

Ábyrgdina av at seta samstarvsráð á stovn, hava leiðslurnar á ymsu heimunum. Tískil er mín áheitan til allar leiðslur á eldraøkinum, at fylgja lógini og skipa fyri, at samstarvsráð verða vald á øllum stovnum.

 

 Mary Antonsdóttir, forkvinna

 

Heilsuhjálparafelag Føroya