Eik á børsin um tríggjar vikur

Íslendski virðisbrævamarknaðurin, ICEX, og Københavns Fondsbørs hava í dag alment boðað frá, at teir hava góðkent børsprospektið hjá Eik, ið er grundarlagið undir sjálvari børsskrásetingini, skrivar Eik á heimasíðuni.

Skrásetingin fer fram mikudagin 11. juli 2007. Áðrenn skrásetingina verður partapeningurin í Eik hækkaður, og tað ber í sær, at ein millión nýggj Eik-partabrøv kunnu keypast í tíðarskeiðinum 21. juni – 5. juli 2007. Úrslitið av kapitalhækkingini verður kunngjørt í seinasta lagi 10. juli 2007, og dagin eftir verður Eik børsskrásettur í Reykjavík og Keypmannahavn.