Mánadagin er fyrireikandi rættarfundur í sakarmálinum millum Finansiel Stabilitet og seks ábrygdarfólk í gamla Eika Banka, trimum tryggingarfelgum og grannskoðaravirkinum Nota og stjóra tess.
Rættarfundurin er – sum er ein serliga fyrireikandi rættarfundur – verður mánadagin klokkan 13:15.
Dómari í málum verður Søren Holm Seerup, saksøkjari er Finansiel Stabilitet A/S við verjanum Carsten Fode, og tey stevndu eru:
Frithleif Olsen, verji: Ingi Højgaard
Odd Arild Bjellvåg, verji: Djóni Thomassen
Marner Jacobsen, verji: Søren Lundsgaard
Bjarni Olsen, verji: Philip Baruch
Hans Jóhan Laksá, verji: Jes Anker Mikkelsen
P/F Nota, verji: Jes Anker Mikkelsen
Umframt tey saksøktu, so eru tvey onnur fólk, sum vóru starvsfólkaumboð í nevndi í Eik Banka »procestilvarslet«, sum tað eitur á rættarmáli. Tað merkir, at hóast tey ikki eru stevnd, so skulu tey fyrireika seg upp á at blíva stevnd.
Tey eru:
Tormund A. Joensen
Rakul Dam
Chartis Europe S.A.
Tryggingarfelagið Føroyar P/F Procestil.: AIG Europe Ltd.