Hóast tað eru seks ár síðani, at Eik Banki fór á húsagang, so er rættarmálið hjá Finansiel Stabilitet, ið mátti traðka til og bjarga bankanum, móti fyrrverandi oddafólkunum í bankanum og teirra grannskoðara, enn ikki avgreitt.
Nakrir sokallaðir serligt fyrireikandi rættarfundir hava verið í Føroya rætti, og fríggjadagin í næstu viku er aftur ein á skránni.
Dómarin í málinum er Henrik Møller, meðan saksøkjari er Finansiel Stabilitet, og er tað Claus Juel Hansen, sakførari, ið stendur fyri sakarmálinum.
Tey saksøktu eru Frithleif Olsen, ið hevur Ingi Højgaard til verja, Odd Arild Bjellvåg, ið hevur Djóni Thomassen til verja, Peter Marner Åge Jacobsen, ið hevur Søren Lundsgaard til verja, Bjarni Olsen, ið hevur Philip Baruch til verja, Hans Jóhan Laksá, ið hevur Jes Anker Mikkelsen til verja, og P/F Nota, ið eisini hava Jes Anker Mikkelsen til verja.
Harumframt eru tveir persónar og trý feløg ”procestilvarlset.” Tað vil siga, at tey ikki eru stevnd, men kunnu vænta at verða tað.
Tey eru Tormund A. Joensen, Rakul Dam, Chartis Europe S.A., Tryggingarfelagið Føroyar P/F og AIG Europe Ltd.