Eik-samtakið styrkir støðu sína í Danmark við at keypa fyritøkurnar Privestor Fondsmæglerselskab A/S og Tidsskriftet FinansNyt A/S Eik hevur í einari børsfráboðan í dag boðað OMX-virðisbrævamarknaðunum í Íslandi og Keypmannahavn frá, at dótturfelagið, Eik Bank Danmark A/S, hevur gjørt avtalu um at keypa fyritøkurnar Privestor Fondsmæglerselskab A/S og Tidsskriftet FinansNyt A/S.
Við keypinum styrkir Eik støðu sína á danska marknaðinum, og serliga økini Asset Management og Private Banking í dótturbankanum verða styrkt. Tey bæði feløgini verða skjótast møguliga løgd saman við Eik Bank Danmark, stendur á heimasíðuni hjá Eik.
Privestor Fondsmæglerselskab A/S hevur drúgvar royndir við at veita íleggjarum ráðgeving um íløgur í sonevndar hedge-grunnar, partabrøv og lánsbrøv. FinansNyt A/S hevur til endamáls at veita íløguráðgeving, marknaðarviðmerkingar og handilstilmæli. Felagið gevur út tíðarritið FinansNyt.
-Við Privestor og FinansNyt verða førleikarnir innan greining og íløguráðgeving styrktir upp aftur meira, og vit fáa eina røð av nýggjum produktum, sum koma kundum í øllum samtakinum til góðar, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Eik.