Eik má bjargast við nýggjum pengum

Fíggjareftirlitið fer at krevja størri niðurskrivingar og økt solvenskrav. Neyðugt verður við stórari milliónaupphædd frá nýggjum íleggjarum fyri at bjarga bankanum Fíggjareftirlitið hevur seinastu tíðina kannað Eik Banka og Eik Bank Danmark, og avleiðingin av hesum kanningum er, at Fíggjareftlitið fer at krevja størri niðurskrivingar og økt solvenskrav av Eik samtakinum.

Í eini fráboðan frá Eik Banka í morgun verður sagt, at enn er ikki greitt, hvussu stórt hetta krav verður, men at talan verður um ena munandi upphædd. Roknað verður við, at kravið verður greitt í dag, og at bankin hevur freist til hósdagin at fáa nýggjan kapital til vega, so samtakið kann bjargast.

TH Holding sigur seg vera sinnað at seta 400 milliónir krónur í Eik Banka, men tað er undir ávísum treytum ? millum annað at Eik Banki ikki bindur seg til at lata Eik Bank Danmark pengar. Eisini hevur Eik Banki biðið landsstýrið um at verða við til at endurreisa bankan.