Eik partabrøvini verða handlað við 50 prosent avsláttri

Íslendska greiningarfyritøkan IFS hevur hugt eftir tølunum fyri tey føroysku feløgini, sum eru listaði á íslendska virðisbrævamarknaðinum. Tey listaðu eru Atlantic Petroleum, Atlantic Airways, Føroya Banki og Eik Banki.

IFS hava gjørt teirra meting av úrslitinum fyri 2009 hjá feløgunum, og serliga metingin av úrslitinum hjá Eik er eitt av teimum heldur blandaðu.

IFS metir, at Eik fær eitt hall eftir skatt á 185 milliónir krónur fyri 2009, og at fyri 4. ársfjórðing er talan um eitt hall eftir skatt á 85 milliónir krónur.

Nettorentuinntøkurnar eru mettar til á leið tær somu, sum fyri 2008, tilsamans 520 milliónir krónur, men IFS væntar eisini at inntøkurnar frá avgjøldum verður góðar 143 milliónir krónur lægri í 2009, samanborið við árið fyri.

Serliga eru tað avsetingarnar, sum tyngja úrslitið hjá Eik. IFS metir, at Eik má avseta knappar 85 milliónir krónur í 4. ársfjórðingi 2009, ella tilsamans 441 milliónir krónur árið fyri.

Út frá hesum tølum verður solvensurin hjá Eik 10,9 prosent.

IFS metir tó at Eik hevur táttað í sín lánipolitikk, serliga lán til vinnufastogn. Tey vísa harafturat á, at tað er serliga í Danmark, at váðin liggur hjá Eik. Í Føroyum hevur Eik hinvegin eina sterka støðu, og bara 16% av avsetingunum í 3 ársfjórðingi vóru fyri lán í Føroyum.

Seinasta árið hevur kursurin hjá Eik verið sera lágur. Men IFS metir framvegis, at Eik partabrøvini verða handlað við 50% í avslátturi, samanborið við partabrøv hjá peningastovnum í somu stødd, og at tað er neyvan rættvíst. IFS er tó varin, tí tey kenna ikki til váðan av útlánunum hjá Eik í Danmark.