Fyrr í dag svaraði altjóða dómari føroyinga, Petur Reinert, spurningar um HM-endaspælið, og nú er tað starvsfelagi hansara í Effodeildini, Eiler Rasmussen, sum kemur við sínum metingum.
Hvussu kemur HM at ávirka títt summar og hvussu nógv fert tú at fylgja við?
- Eg fari at fylgja væl við, og eg ætli mær at sígga teir mest áhugaverdu dystirnar.
Hvørjum fert tú at halda við og hví?
- Eg haldi við Onglandi, og nú haldi eg eisini, at tað er uppá tíðina, at teir fáa eitt gott endaspæl.
Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM?
- At síggja góðan álopsfótbólt. Tað verður eisini spennandi at síggja, hvussu dómararnir fara at klára seg í endaspælinum.
Hvat er títt fyrsta HM minni?
- Mítt fyrsta HM-minni er frá HM í 1986, sum varð leikt í Mexico. Danmark luttók fyri fyrstu ferð í einum HM-endaspæli, og eg minnist serliga dystin ímóti Uruguay, har Danmark vann heili 6-1.
Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum?
- HM-endaspælið í Fraklandi í 1998 stendur sterkast í minninum hjá mær. Danmark hevði eitt framúr gott endaspæl, har teir komu heilt til fjórðingsfinaluna, har teir móttu lúta fyri Brasilia. Avleveringin frá Michael Laudrup til Ebbe Sand í dystinum millum Danmark og Nigeria, er ein tann besta detaljan yvirhøvur í einum endaspæli. Frakland hevði eisini framúr gott lið, sum eisini fult uppiborið gjørdust heimsmeistarar.
Hvør væntar tú vinnur HM?
- Eg vænti, at Týskland, Spania, Argentina og Brasila koma í semifinalurnar. Týskland klárar seg altíð væl í einum endaspæli, og eg vænti eisini, at teir fara at vinna heimsmeistaraheitið.
Hvør væntar tú stendur eftir sum besti spælarin í HM 2014?
- Eg vænti, at Cristiano Ronaldo verður besti spælarin í HM 2014.
Les eisini: (Eg og mítt HM 1) Lars Olsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 2) Gunnar Nielsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 3) Øssur Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 4) Hans Fróði Hansen
Les eisini: (Eg og mítt HM 5) Hjalgrím Elttør
Les eisini: (Eg og mítt HM 6) Súni Olsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 7) Lissi Mouritsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 8) Høgni Hoydal
Les eisini: (Eg og mítt HM 9) Heidi Sevdal
Les eisini: (Eg og mítt HM 10) Tórður Thomsen
Les eisini: (Eg og mítt HM 11) Atli Gregersen
Les eisini: (Eg og mítt HM 12) Jóan Símun Edmundsson