Ein arbeiðsvika at læra um trygd

- Sjófólk umborð fiskiskipum gerast betri før fyri at fyribyrgja, at vanlukkur henda - og duga betri at bera seg at í neyðstøðu.

Trygdarskeið fyri manningar á fiskiskipum eru ásett til 40 tímar yvir fimm dagar. Endamálið er at kunna um nýtslu og viðlíkahald av bjargingarútgerð, sløkkiútgerð, umframt at kunna um persónliga trygd og persónligar skyldur.

 

- Hetta verður gjørt fyri at gera sjófólk umborð fiskiskipum betri før fyri at fyribyrgja, at vanlukkur henda - og at duga betri at bera seg at í neyðstøðu.

 

Tað sigur Sjónám, sum bjóðar trygdarskeiðini fram.

 

Lagt verður aftrat, at á trygdarskeiðunum ognar skeiðsluttakarin sær vitanarførleikar og evnisførleikar, sum viðkomandi skal røkka fyri at verða partur av manningini um borð í fiskiskipum.

 

- Vit hava vælvitandi undirvísarar við drúgvum royndum, sum kunnu sameina vanliga skúlastovuundirvísing við hin praktiska veruleikan.

 

Sjónám vísir á, at trygdarskeiðið verður skipað á tann hátt, at veruligt samsvar er millum ástøðiliga partin og starvsvenjingina. Stuðlað verður undir menningina av sjálvbjargni og samstarvsevnum.

 

- Alt í alt er talan um eina spennandi viku, har tað nýggja sjófólkið fær gott innlit í, hvussu tingini hanga saman umborð í fiskiskipum, sigur Sjónám.