FSF-valið
Eitt tað fyrsta, sum fundarstjórin, Jógvan Arge, gjørdi, tá 27. aðalfundurin hjá FSF varð settur, var at gera greitt, hvørji feløg vóru møtt á fundinum.
At væl var mobiliserað, mundi standa teimum flestu greitt. Eitt nú, tá NÍF eisini hevði umboð við sítt borð. Nakað sum ikki hevur verið so vanligt. Einamest, tí fótbóltsfelagið hjá nólsoyingum sum so bara hevur borið brá av hjáputli til bygdarlívið, har kappróður og borðtennis annars hava verið tær ítróttargreinar, sum mest hevur verið tosað um.
Men á einum øki, var eitt mistak tó framt. Tá nøvnini á ávíkavist EB og Streymi vórðu lisin upp, var tað sami maður, sum í báðum førum gav játtandi svarið. Í Formula-deildini eru tey bæði feløgini at rokna sum eitt, men á aðalfundinum hava tey hvør sína atkvøðu.
Men samstundis er tað siðvenja innan føroyska ítróttarheimin, at sami persónur ikki kann møta við fulltrúð fyri fleiri feløg. Hetta gjørdi fundarstjórin eisini vart við, og tí var tað bara EB, sum hevði atkvøðurætt á fundinum - og ikki Streymur. Ein atkvøða, sum fleiri vildu vera við, hevði farið í lumman á Birgiri Enghamar, um hon hevði gildi.
ÍSF-siðvenja
Eftir fundin spurdu vit Jógvan Arge, hvør siðvenjan var, sum forðaði fyri atkvøðuni hjá EB/Streymi.
Hatta er nakað, sum hevur verið galdandi í nógv ár, segði fyrrverandi ÍSF-forsetin.
Tað stavar frá einaferð í 70'unum. Tá høvdu vit oftani trupulleikar innan ÍSF av, at onkrir personar møttu við fulltrúð fyri upp í fimm sersambond. Og tað kundi viðhvørt skapa óhepnar støður, tá avgerðir skuldu takast. Tí varð gjørt av, at fyri at hava atkvøðurætt, skuldi sersamband ella felag vera fysiskt umboðað. Og tann siðvenjan hevur so verið galdandi síðani.
Nøgdur við eina atkvøðu
Tá vit eftir fundin høvdu orðið á umboðið hjá EB, Rólant Højsted, vildi hesin ikki svarað, hvørt atkvøða hansara í formansvalinum hevði farið til sitandi formann ella avbjóðaran.
Tað tími eg ikki at gera viðmerkingar til. Men eg kann siga sum so, at vit halda tað vera rættast, at feløgini bara hava eina atkvøðu í felag, segði Rólan Højsted. Sessur hansara í nevndini er eisini sum formaður í EB/Streymi, og tí var hetta væl eisini ein bæði skillig og saklig grundgeving.