Flaggsøgan Merkið, sum forlagið Tjarnardeild nú gevur út í øktari útgávu, er ein hugvekjandi og viðkomandi søga um stríðið fyri viðurkenning av føroyska flagginum ein bók í føroysku sjálvræðisbíbliuni, sum ritjórin Jógvan Arge tók til herfyri.
Tag den klud bort!
Søgan um viðurkenningina av føroyska flagginum er ung, og júst tí kann tað verða torført at ímynda sær, at so dramatiskar hendingar veruliga fóru fram so stutt síðani. Men Flaggsøgan Merkið, megnar á hugtakandi og livandi hátt at lýsa tær djúpu kenslur og sterku politiskar sannføringar, sum eiga æruna fyri, at føroyingar í dag eiga sítt egna Merkið.
Í bókini verður greitt frá, hvussu føroyskir studentar í 1919 gjørdu vart við, at tað ikki sømdi seg, at ein tjóð ikki kundi siga frá sorg ella gleði við sínum egna merki, og tí settu sær fyri at gera uppskot til føroyskt tjóðflagg. Merkið veittraði fyrstu ferð sama árið, og sást fyrstu ferð á báti í 1920. Í 1923 veittraði tað fyrstu ferð á føroyskum fiskiskipi, og føroyskir skiparar sigldu skjótt bert undir Merkinum, men tað kostaði teimum rættindi.
Á altingshátíðini á Tingvøllum í 1930 kravdi og fekk danski forsætisráðharrin føroyska flaggið strikað. Á Tinghúsvøllinum í Havn rópti amtmaðurin: Tag den klud bort, tá Páll í Kirkjubø hongdi Merkið út av einum loftsvindeyga í tinghúsinum 900 ára dagin fyri falli Ólavs kongs.
Tað kom rættiliga til skarpskeringar í 1940, tá bretska hersetingarvaldið ikki vildi lata føroyingar sigla undir donskum flaggi, men amtmaðurin kravdi, at teir skuldu. Føroyingar sjálvir aftraðu seg.
Eftir miklan gleim í landsnevndini og í havnargøtum avgjørdi bretski konsulin tann 25. apríl, at føroyingar skuldu sigla undir Merkinum. Tað var hátíðardagur í Føroyum.
Sæð frá bretskari síðu
Søgan hjá Niels Juul Arge um stríðið fyri viðurkenning av føroyska flagginum kom út fyrstu ferð í 1980. Nú, hon er komin út aftur í øktari útgávu, eru einar 30 síður lagdar afturat við tilfari, sum høvundurin savnaði seinni. Millum annað er útgávan dagførd við teimum upplýsingum, sum komu fram í kanningararbeiðinum hjá Niels Juul Arge av bretskum arkivum í sambamdi við bøkurnar, hann skrivaði um stríðsárini. Sosatt síggja vit nú eisini part av føroysku flaggsøguni, sum hon sá út frá bretskari síðu.
Um orsøkina til at bókin nú verður givin út av nýggjum í dagførdari útgávu, segði Jógvan Arge, ritstjóri, í sendingini Kultura herfyri
- Man kann óræddur siga, at søgan um, hvussu føroyingar skaptu sítt egna Merkið, hvussu tað bleiv viðurkent av øðrum og føroyingum sjálvum, er ein bók í føroysku sjálvræðisbíbliuni. Tað er ikki bara umráðandi at halda fast í hesi søguni, men eisini at vit hava møguleika at koma fram at henni.