Á eini sølustevnu er útboðið av vørum heilt stórt, og tann vitjandi hevur ongan møguleika fyri at leggja til merkis alt, sum er at síggja, uttan at brúka heilt nógva tíð á framsýningini. Tá tann vitjandi er farin av framsýningini eru tað tí helst nógvar vørur, sum hann ikki minnist seg hava sæð, sjálvt um hann hevur vitja allar básarnar.
Fyri tann einstaka framsýnaran er tað tí ein stór avbjóðing at gera sínar vørur so sjónligar og áhugaverdar sum møguligt á framsýningini, soleiðis at tey vitjandi leggja merki til hansara vørur.
Hvat er tað, sum kann venda áhugan hjá fólki móti ávísari vøru? Á hvønn hátt kann framsýningin av vørunum fremja søluna?
Hetta eru spurningar sum eisini øll handaverksfólk hava sett sær. Teirra áhugi hevur tó fyrst og fremst verið sjálv framleiðslan, meðan munandi minni hevur verið gjørt við vitanina um søluna.
Hetta er tó nakað, sum kann lærast. Ikki í eini handavending, tí evnið er stórt, men tí er kanska eisini umráðandi at fáa byrjan á.
Útbúgving er neyðug
Nevndin fyri Hendur & Hugflog bjóðaði í 1999 Jónhild Johannesen, sum er útbúgvin arkitektur, at vitja framsýningina við tí fyri eyga at umrøða hvat kann gerast fyri at betra um førleikan hjá handaverksfólkinum, tá tað ræður um innrætting av sølubásum.
Aðrastaðni er vanligt á framsýningum at geva virðislønir fyri t.d. góða básinnrætting. Hetta verður gjørt fyri at vekja áhugan hjá framsýnarum fyri hesum týdningarmikla partinum av søluni. Hetta hevur eisini verið umhugsað hjá okkum, men hevur ikki verið gjørt, tí ongar metingartreytir vóru at lata framsýnarunum, og hetta varð hildið at vera neyðugt.
Tá so spurningurin var tikin fram aftur í vetur hevði Jónhild hugsað gjølligari um málið, og niðurstøðan varð, at besti mátin var at halda skeið fyri framsýnarum, soleiðis at teir fingu eitt grundarlag at standa á, tá tað snúði seg um básinnrætting. Jónhild fekk fyrispurningin, um hon vildi halda skeið sjálv, og valdi at taka av.
Jónhild heldur ikki, at tað er so løgið, at listhandverkararnir ikki hugsa so nógv um søluna, tí tað er jú ikki teirra fak. Teirra fak er at framleiða lutir ? ikki at selja teir.
Sami trupulleiki
uttanlands
Søla á handverksframsýningum er sera vanlig í øðrum londum, eitt nú í USA, og eisini har halda tey seg hava nógv at læra, tá tað ræður um básinnrætting.
Í blaðnum the Crafts Report, sigur ein, sum er vanur at vera við á framsýningum, at tað undrar hann ferð eftir ferð, hvussu lítið fólk hugsa um teir ymsu smálutirnar á einum bási.
- Ein básur er ikki bara ein básur, men ein sølustaður, sum skal bjóðast fram á ein áhugaverdan máta, so kundin keypir júst tínar vørur, heldur enn tær hjá tí, sum sýnir fram við síðuna av, sigur Bruce Baker, sum ikki fatar, at fólk ikki standa í røð eftir at fáa hornabásarnar. Har er nógv opið pláss so viðskiftafólkini og tey vitjandi síggja inn í básarnar frá fleiri vinklum.
Samstundis vísir hann á, at tað alt ov ofta verður gjørdur tann feilur, at vørurnar verða settar á skeivt stað, í skeiva hædd, á skeivar møblar við skeivum ljósi.
Bruce Baker sigur ikki, at hetta verður gjørt við vilja, men vísir hinvegin á, at tað er í tankaloysi, at slíkt hendir, og at slíkt tankaloysi kann kosta rættiliga fitt av peningi tá til stykkis kemur.
- Tað, at sølumaðurin brúkar eitt vanligt borð, at seta sínar vørur á, er kanska ein av teimum mest elementeru feilunum, sum verða gjørdir. Eitt borð er gjørt at eta við, og ikki at sýna fram á. Tað merkir, at verður tað brúkt til framsýning, so standa vørurnar ov lágt, sigur Bruce Baker
Samanumtikið eru Bruce Baker og Jónhild Johannesen rættiliga samd í sínum kritikki, sum ikki er rættaður mótvegis nøkrum ávísum, men sum er ein generellur feilur hjá fólki, sum ikki hava søluna sum lívsstarv, men framleiðsluna.
Læra at seta saman
Á skeiðnum varð støði tikið í, hvat visuelt søluarbeiði snýr seg um, nevniliga at sýna vøruna fram, soleiðis at hon vekjur áhuga hjá kundanum at keypa. Eitt gott dømi um hetta er sýnisgluggin. Her fær kundin bara brúkt sín visuella sans, og tað ræður tí um at skapa nakað, sum kundin fær hug at hyggja eftir - nakað sum fangar.
Skeiðið var skipað í evni, soleiðis at luttakararnir stigvís fingu innlit í visuelt søluarbeiði. Tað fyrsta er at leita fram tær dygdir og fyrimunir í vøruni, ið kunnu hugsast at vekja áhuga hjá kundanum. Tak støðu til, hvat er umráðandi at leggja dent á, t.d. liturin, sniðið, góðskan, aktualiteturin ella annað.
Visuelt søluarbeiði er sum at fortelja eina søgu. Vøran skal setast í eitt høpi, sum gevur keyparanum tær assosiasjónir, sum seljarin vil umgira vøruna við.
Luttakararnir lærdu eisini um uppstillingsprinsippir og um at velja innbúgv og onnur element til framsýningarbásar. Ljósið hevur nógv at siga, og Jónhild heldur, at man als ikki skal vera so smæðin fyri at seta nógv ljós á sín bás. Tey søluáhugaverdu økini á básinum eiga at fáa meira konsentrerað ljós, meðan hini økini fáa vanligt ljós.
Nakað, sum eisini hevur stóran týdning á einum bási, er nýtslan av litum og litsamansetingar. Hetta var eisini partur av skeiðnum.
Modell í
smáum støddum
Tey, sum nýttu høvi at arbeiða við at innrætta og prýða básar, tann leygardagin og sunnudagin í mai, fingu eisini høvi til at arbeiða við sínum egnu básum. Fyrireikararnir høvdu borið so í bandi, at tey, sum vóru við á skeiðnum, skuldu gera eitt modell av sínum egna bási.
- Sjálvt um tað bara er ein lítil modelbásur, so ber væl til at fáa eina hugmynd av hvussu tað fer at taka seg út, sigur Jónhild
Hon greiðir eisini frá, at nógv av teimum, sum vóru á skeiðnum høvdu eina greiða ætlan við at vera við. Tey eru sjálvi framsýnarar, og hava brúk fyri at betra seg. Hetta var eisini meiningin við skeiðnum.
- Sjálvandi fáa vit ikki skil á øllum eftir einum degi, minni enn so, men hetta er eitt gott útgangsstøði.
Ætlanin er, at skeiðið í básinnrætting skal endurtakast í vetur. Á skeiðnum søgdu luttakararnir annars, at tørvur eisini er á øðrum skeiðum innan sølu og marknaðarføring. Hesin boðskapurin er latin nevndunum fyri Hendur & Hugflog og Føroya Heimavirkisfelag.