Har er tó ein elalítil minniluti av intellektuellum pasifistum, hvørs sanna grundhugsan tykist at vera eitt djúptøkið hatur til vesturlendskt fólkaræði og prísan av einaræði
Um ikki so leingi verður grund til at klemma smábørn og drekka sjampanju, tí tá fer at bera til hjá einum altjóða serherliði at gera hættisliga innrás í heimið hjá heimsins mongu einaræðisharrum: hendur aftan fyri bak, í hondjørn og so í eini fanans øði til Hague hjá viðkomandi despoti formliga at verða skuldsettur fyri misbrot ímóti mannaættini.
Tað er júst tað, sum nógv eftirsóknarverda avgerðin hjá Altjóða Brotsmáladómstólinum—at ákæra sitandi forsetan í Sudan—um skamma stund fer at merkja. Ja, tú kanst siga, at tað, sum fyrr var utopi, er nú ein sannroyndarlig mannagongd, um nakað sum helst skilvísi er í týdningarmiklu avgerðini hjá Altjóða Brotsmáladómstólinum.
Fordømisleysa avgerðin hjá ICC-ákæranum at áleggja sudanska forsetanum, Omar al-Bashir, ábyrgdina fyri fólkadráp, krígsbrotsgerðir og brotsgerðum ímóti mannaættini, er av avgerandi týdningi, av tí at slíkt dómsmál kann gerast fordømi í øðrum líkum málum (les meiri á: HYPERLINK "http://www.icc-cpi.int/press/pressreleases/406.html" www.icc-cpi.int/press/pressreleases/406.html).
Higartil hevur Brotsmáladómstólurin, ella International Criminal Court (ICC), stovnsettur í 2002, brúkt bróðurpartin av síni orku at kanna uppáhald um krígsbrotsgerðir í Afrika, tað veri seg um útveganina av barnasoldátum í Kongo ella drápshugaða virksemið hjá kristnu mótstøðurørsluni í norðara partinum av Uganda, LRA at navni.
Men avgerðin at ákæra al-Bashir fyri eina røð av brotsgerðum beinleiðis tengdar saman við rasureinsanina í Darfur lyftir profilin hjá ICC upp á eitt heilt annað støði; frá at hava baksast við óstýriligum militsleiðarum hóttir dómstólurin nú við at flýggja út ákærur ímóti sitandi ríkisovastum. Eitt skifti, ið helst skuldi voldað hesum despotum nakrar uppibornar vøkunætur.
Enn er tó langt á mál, áðrenn Omar al-Bashir kann roynast. Avgerðin at ákæra er ikki tað sama sum at fara í rættin við ákæruni, og mótaði ákærin, Luis Moreno-Ocampo, veit fullvæl av, at hann fær úr at gera við at savna óvikandi prógv.
Sum er, má Moreno-Ocampo líta á upptøkur hjá bretska kringvarpinum av neyðtøkuoffrum, sum siga frá ræðandi søgum um hvussu státsstuðlaða Janjaweed-militsin fór við teimum. At seta saman eitt rættarmál, ið kann tola nærkvæmsliga kanning sambært altjóða lóg, er jú ein onnur søk. Hetta krevur sama slag av staðbundnum kanningararbeiði, sum syrgdi fyri at lógsøkja skrímslini aftanfyri krígsbrotsgerðirnar á Balkan. Sama slag av arbeiði, ið skal síggja til, at Radovan Karadzic—ið ber ábyrgd fyri massakruni í Srebrenica og blóðigu kringsetanini av Sarajevo—verður dømdur og koyrdur í holið.
Síðani er tað hasin alt annað enn smávegis spurningurin um hvussu tú skuldsetir sudanska forsetan. Stjórnin í Khartoum upplýsti stundisliga, at Altjóða Brotsmáladómstólurin ikki hevur løgdømi yvir Sudan—landið er eitt av teim fáu afrikansku londunum, sum ikki hava staðfest Roma-viðtøkurnar hjá ICC frá 1998.
Sjálvandi, rættvorðin og liberal hugsing hevði lagt líka í einhvørja skortandi undirskrift, tá ið tað kemur til brot á grundliggjandi mannarættindi, og tessvegna kravt, at brotsfólkini komu at standa til svars fyri framsettum misbrotum.
Av hesi grund aleina átti ST, helst í morgin, givið einum altjóða serherliði boð um at fara inn í Khartoum at handtaka sudanska forsetan. Men tað er nokkso ósannlíkt, tá ið knappliga svarið hjá hesum ryggleysa og ógagnliga stovni til avgerðina hjá ICC at skuldseta sitandi forsetan í Sudan, var at geva stovnsins “ikki-so-neyðuga” starvsfólki boð um at fara heim aftur til kasernurnar.
Kortini, bert tað, at ICC er villugt at gera ein ríkisleiðara ábyrgdan fyri sínar gerðir, er so sanniliga ein flyting hin rætta vegin. Ímynda tær allan tann ónáða, tað rumbul, verðin hevði kunnað sloppið undan, hevði ICC verið til seinastu tvey tíggjuáraskeiðini.
At byrja við, og ikki heilt vandaliga valt, hevði Saddam Hussein ikki komið heilskapaður frá síni rasureinsan av kurdum í Halabjah í 1988, tá ið tey í túsundatali vórðu myrd við evnisligum vápnum.
Tað var effinett vegna heimssamfelagsins máttloysi at fáast við einaræðisharrar sum hr. Hussein, at hugskotið um ICC av fyrstan tíð kom fram. Og aftaná skakandi hendingarnar á Balkan og í Ruanda í 90’unum, mátti dómstólurin koma.
Ikki tær at siga hevur lítið broytingarvilligi vinstrivongurin, handa evropeiska brigadan umboðandi “politiskt rættlæti”, borið søguligu avgerðina hjá ICC upp á mál. Hesin amnestysligi vongur heldur veruliga, at um tú kann leggja sak ímóti afrikanskum despotum, íðan, tá kanst tú eisini gera tað ímóti ætlandi vesturlendskum misgerðarmonnum sosum Tony Blair og George W. Bush.
Men at seta gerðirnar hjá vesturlendskum ríksovastum, tiknar annaðhvørt í landshóttandi áhuga ella vegna mannaættina yvirhøvur, við óndsinnaðar gerðir hjá fólkadrápselskandi einaræðisharrum, er ikki bert moralur á reyvini, men ein fúl misfatan av, hvat ICC í grundini snýr seg um.
At drepa milliónir av jødum í nasistiskum deyðslegum var ein ónsinnað gerð; at bumba Dresden var ein grimm, men neyðug, krígsgerð.
Hjá hr. Karadzic at myrða 8000 bosniskar muslimar í Srebrenica var—og her nyttar einki við serbiskum, fronskum og anti-amerikanskum undanførslum—eitt krígsbrotsverk; at bumba Beograd var neyðugt til tess at hindra kommunistiska Slobodan Milosevic at halda á við sínum fólkadrápi í Kosovo.
Ein teirra, ið trýr upp á, at verðin skal vera ein feit heimføðislig avbyrging, og hvørs avlagaði moralur so avgjørt sampakkar við hetta, er Michael Moore—eg havi ikki enn funnið útav, um hr. Moore veruliga er so skítbýttur, sum hann sær út til at vera.
Í Fahrenheit 9/11 rør Michael Moore uppundir, at tað ikki er nakar moralskur skilnaður millum Sambandsríkið Amerika og Taliban, millum Tony Blair og Saddam Hussein, og at kríggið ímóti jihad er um... púrt einki.
Um gásarknokkurin Moore hevði lisið eitt sindur meira, ella yvirhøvur, so hevði hann vitað, at sjálvt George Orwell, ið styðjaði eini demokratiskari sosialismu, var av tí kveikjandi áskoðan, at bróðurparturin av pasifistum antin hoyrir til onkra yvirnatúrliga og spøkilsiskenda sekt, ella heilt einfalt eru nakrir íhaldssinnaðir humanistar, sum eru ímóti at taka lív og dáma betur ikki at fylgja sínum tankum út um tað.
Har er tó ein elalítil minniluti av intellektuellum pasifistum, hvørs sanna grundhugsan tykist at vera eitt avskeplað, men avbera djúptøkið hatur til vesturlendskt fólkaræði og undranarhávirðing fyri einaræði.
Pasifistisk proganda, tann sama sum nú verður grýtt at Luis Moreno-Ocampo, plagar í veruleikanum at snúgva seg um at siga, at tann eini parturin er eins ringur sum hin.
Men um tú so skoðar hesa hevdan bara pettið nágrant, hvat hesir vitbornu “friðarhugsjónarmenn” siga og skriva, gerst tær greitt, at teir slettis ikki bera fram óheft atfinningarsemi, men brúka mestsum alla sína orku uppá at spilla og spotta serliga Amerika og Bretland.
Tað er altso onki hokuspokus í hesum her: um Michel Moore og hansara líkar høvdu fingið sín vilja, hevði Slobodan Milosevic framvegis verið tann stóri maðurin í einum gorhungraðum og bøðilsligum Serbia. Bosnia og Kosovo høvdu verið fullkomiliga rasureinsað, hertikin og innlimað í “Stóra Serbia”.
Um heimurin hevði lurtað at Michael Moore, hevði Afghanistan enn verið persónliga ognin hjá nøkrum ørvitisfiskum, sum siga seg lovprísa ein vaksnan mann, ið giftist eini 6 ára gamlari gentu, og hevði sex við sum 9 ára gomul. Hesir svaklingar kalla seg Taliban, og umframt at prísa einum pedofilum profeti, eru teir eisini rasistar og homofobar. Og, ikki at gloyma, Kuveit hevði enn verið partur av Irak.
Nei, tilverurætturin hjá ICC er at mótvirka brotsgerðum, ikki krígsgerðum. Og sudansku gerðirnar í Darfur, ið millum annað fata um týningina av 200.000 ósekum borgarum og tvingaðu burturflytingina av umleið 2 milliónum menniskjum—Ruanda í ‘slow motion’—er ónoktandi tann ræðuligasta brotsgerðin ímóti mannaættini í einogtjúgundu øld.
ICC varð sett á stovn av hugsjónarligum og upplýstum fólki at ákæra, ikki lata seg órógva av politiskari stigaskoring um tað nú var rætt at bumba Beograd uttan loyvi frá ST, ella um innrásin í Irak nú var lóglig ella ólóglig. Stigaskoring desainað bert at loypa ólag í djarvt, gott og neyðugt arbeiði. Har er, hóast alt, nóg nógv av óndskapi í verðini hjá ICC at halda seg til—og at lata rættvísina njóta frama og fongsla despotar sum Omar al-Bashir er ein týðandi partur av at skapa eina betri og tryggari verð fyri okkum øll.