Ein broyting á U21 landsliðnum

Eisini eru fleiri smærri skaðar – Jóannes Bjartalíð ivasamur

Ein broyting er á U21 landsliðnum. Miðverjin hjá ÍF, Poul Nolsøe Mikkelsen, hevur givið avboð. Í hansara stað er komin Jákup F. Hansen úr HB.

 

Les eisini: Steypavinnararnir sótu uttanfyri

 

Í gjár sótu Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreassen, sum báðir spældu allar 120 minuttirnar í steypafinaluni, yvir. Jóannes Bjartalíð hevur trupulleikar við einum rivjabeini, og fór eisini tíðliga úr venjingin fyrrapartin í dag.

 

Liðfelagin Jákup B. Andreassen er nakað moyrur eftir finaluna og var ikki heilt frískur til venjingina í dag. Tó røkist fyri, at hann er tøkur hóskvøldið.

 

Fleiri skaðar í dag

Til venjingina í dag vóru eisini onkrir snuddir. Leivur Joensen mátti gevast við eini møguligari fiburspreinging, meðan ein fingur fór úr lið hjá málverjanum Elias Rasmussen. Hann vónar tó, at hann verður tøkur uttan stórvegis trupulleikar.

 

Av øðrum kann nevnast, at Sonni Ragnar Nattestad, sum er útleigaður frá FH til Fylkir, og Brandur Hendriksson Olsen, ið spælir við Randers, báðir eru við A-landsliðnum. Tað verður ikki mett ráðiligt, at teir spæla við U21 landsliðnum hósdagin, og so aftur við A-landsliðnum týsdagin.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá U21 landsdystinum millum Føroyar og Russland, sum verður á Svangaskarði hósdagin klokkan 18.