Ein býarmynd broytist

Høvuðssætið hjá Posta á Óðinshædd skal dagførast. Klædningur og vindeygu verða endurnýggjað og broytt, og innrættingin skal broytast, so hann hóskar betur einari nútímans fyritøku.

Høvuðssætið hjá Posta á Óðinshædd skal dagførast. Klædningur og vindeygu verða endurnýggjað og broytt, og innrættingin skal broytast, so hann hóskar betur einari nútímans fyritøku.

 

Arbeiði verður bjóðað út í januar. Útboðið er í tveimum, har fyrri partur snýr seg um at dagføra fasaduna. Hetta merkir at skifta allan klædningin, skifta rútar og gera broytingar við list og glasi.

- Heildarmyndin av bygninginum og umhvørvinum innan og uttan verður betrað munandi, boðar Posta frá.

 

Seinni parturin av útboðnum snýr seg um at dagføra innrættingina í miðhæddini.

 

Postbygningurin á Óðinshædd, sum í síni tíð var bygt sum Idéhúsið, er 7500 kvm til støddar og ein av størstu bygningum í Føroyum. Hann var tikin í nýtslu í 1989, og Posta leigaði seg inn í 1990. Í 1995 keypti Posta bygningin.

- Bygningurin verður nútímansgjørdur, so at hann hóskar til tað virksemið, sum Posta hevur í dag, og at hann sampakkar við tær ætlanir, Posta hevur við virkseminum frameftir, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.