Ein dopingleys ítrótt er utopia

Forsetin í IOC, Jacques Rogge leggur herðslu á, at tað eru 400 miljónir fólk, sum íðka ítrótt í Heiminum og, at tað verður ongantíð so, at talan verður um 400 miljónir halgimenni, sum íðka ítrótt.

 

- Trupuleikin við heilivági, er ikki, at sjúklingar taka hann, men at ávis ítróttarfólk misnýta hann. Tað liggur í menniskjaligu náttúruni at svika. Doping er tað sama fyri ítróttina, sum kriminalitetur er fyri samfelagið. Og vit fara altíð at hava tørv á løgreglufólkum, dómarum, fangahúsum, lógum og reglugerðum. Sigur Jacques Rogge við BBC

 

Rogge avdúkar, at anti-dopingfelagsskapirnir fara nú at seta sjóneykuna á insulin, eins væl og evnið, sum verður nevnt ?Cera?, sum summir súkkluíðkarar hava brúkt. - Vit fara at endurkanna allar blóðroyndirnar frá Beijing. Rogge leggur dent á, at tað fer at taka nakrar vikur, áðrenn úrslitið fyriliggur. IOC fer at varðveita allar blóðroyndirnar í 8 ár, og ætlar Rogge, at allar blóðroyndirnar skulu verða kannaðar einaferð aftrat um nøkur ár. - Hetta merkir, at endaligi dómurin yvir leikirnar í Beijing fellur um 8 ár. Legði Jacques Rogge dent á. Hetta merkir, at hevur onkur svikað í 2008, og er sloppin undan dómi higartil, so kann nýggj tøkni innan dopingkanningar avdúka viðkomandi í 2016, ella áðrenn.