Náttin hevur verið stak friðarlig hjá løgregluni, tí lítið av fólkið var í býnum í nátt. Hvítusunnunátt er ikki loyvt at dansa, og tað hevur merkt býarlívið, frættist frá vaktleiðaranum á politistøðini í Havn.
Tó so, so fekk ein persón bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Hann var ólátaður og vildi ikki akta boðum, tí fekk hann bót.
Um áttatíðina í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp á Hvítanesvegnum í Hoyvík, har tveir bilar stoyttu saman. Annar bilførarin kom yvir í skeiva síðu, sigur vaktleiðarin. Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur vaktleiðarin.