Filadelfia: - Við hesi fløguni ynskja vit tí at draga menniskju nærri Gudi, sigur lovsangsleiðarin, Gunvør Jacobsen.
Hetta ber heitið á fløguni eisini boð um, og tí er endamálið at røkka út til alt Føroya fólk og har skapa ein tosta og ein longsul eftir tí livandi Gudi.
- Visjónin og hjartans ynski okkara er at Filadelfia-samkoman skal verða ein lovsongs- og tilbiðjanarmiðdepil, sum røkkur út til alt Føroya fólk.
- Tað er við hesum í huga at vit hava framleitt okkara fyrstu lovsongsfløgu, sum kemur út í næstu viku, verður sagt.
Sangirnir og tónleikurin á fløguni fevna breitt. Alt er tikið upp í Kris-stuff Studio í Havn, og eru tað eigarin Kristoffur Mørkøre og Bárður Háberg ið hava ljóðblandað fløguna.
Nærvera
Fyri samkomuleiðaran í Filadelfia, Tummas Jacobsen er tað eisini ein stórhending, nú henda fløgan kemur út.
Hann hevur sjálvur verið virkin innan kristiligt sang- og tónleikaarbeiði, og hevur eisini verið við til at geva út fleiri tónleikaútgávur.
Tað eru liðin nógv ár síðani hann fyrstu ferð bæði hoyrdi og sá lovsang, og í honum hevur altíð verið eitt hjartans ynski um at samkoma hansara eisini kundi geva út eina slíka fløgu eisini.
- Vit hava nú framleitt hesa fyrstu lovsangsfløgu okkara. Tað hava vit gjørt, fyri at tann Andans nærvera, sum vit kenna frá møtum okkara, eisini kann koma inn í stovurnar hjá fólki.
- Eg ynski tí, at Harrin má signa tey ið lurta eftir fløguni og at hann má koma nær við Anda sínum, sigur Tummas Jacobsen um fløguna.
Nú fløgan verður útgivin fara eisini bønirnar hjá samkomuni at fylgja fløguni og øllum teimum, sum fara at ogna sær hana.