Ein føroyskur arbeiðsmarknaðarpolitiskur radari má skipast

Ítøkiligar og munagóðar broytingar í ALS-skipanini tæna samfelagnum øllum

Í 1992 var ALS við lóg skipað sum grundarlag undir eini vælferðarskipan fyri allan arbeiðsmarknaðin. Byrjað varð at gjalda inn í mars 1992 og út longu í august sama ár. Fyri at tryggja øllum so gott fíggjarligt útgangsstøði sum tilbar undir einum arbeiðsloysi, vóru bestu 12 lønarmánaðirnir av teim seinastu 36 undanfarnu, t.v.s. aftur til august 1989, nýttir sum inntøkugrundarlag. 

 

 

 

Serligar reglur vóru eisini fyri bæði útróðrar- og fiskimenn og fólk á flakavirkjum fyri at tryggja eina vælferð og eitt lívigrundarlag undir einum arbeiðsloysi. Partarnir á arbeiðsmarknaðinum ynsktu útgjald fyri 40 tímar til fólk í fiskavirkiskipanini, men fíggjarliga støðan hjá skipanini gjørdi at tímatalið varð ásett til 32 tímar. Skipanin varð smíðað í mun til ein tørv og veruleika í 1992, og summi ynski var tað ikki ráð til, hóast tørv.

 

 

 

Í 2022 er m.a. neyðugt at ein arbeiðsloysisskipan, sum er ein av grundvælferðartænastunum, verður broytt samsvarandi hvussu samfelagið er skipað og samfelagsins avbjóðingum, og tí mugu:

 

-øll tryggjast sama og hægsta arbeiðsloysisstuðul undir arbeiðsloysi, soleiðis at arbeiðsloysi, sum kann raka øll, ikki sendir fólk í fíggjarligt óføri, til tey hava fingið annað arbeiði.

 

 

 

-fólk á “vanligum” fiskavirkjum í fiskavirkisskipanini fáa útgjald fyri 40 tímar um steðgur er í framleiðsluni.

 

 

 

-fiska- og alivirkini, sum hava fingið fíggjarligar sersømdir frá Føroya fólk, gjalda sínum starvsfólkum avtalaðu lønina samsvarandi galdandi sáttmálum um steðgur er í framleiðsluni.

 

 

 

-arbeiðsmarknaðarligu gráøkini millum Almannaverkið og ALS skal samskipast fyri at trygga tí einstaka møguleikan at varveita sítt tilknyti til arbeiðsmarknaðin og harvið nýta síni arbeiðsevni  og arbeiðsførleikar.  Eisini tey hvørs t.d. 20% av arbeiðsførleika eru teirra 100 %.

 

 

 

-føroyskir arbeiðsgevarir, sum í dag eru trýstir orsaka av væntandi arbeiðsmegi, eiga í størri mun at fáa møguleikar at fáa fólk í lønta starvsvenjing og eiga at fáa størri tænastur fyri at finna hesa arbeiðamegi.

 

 

 

Undir korona kom stóri og knái  bólkurin av smærri vinnurekandi, íverksetum, vinnuspírum, tónleikarum, listafólki, sjónleikarum o.ø til sjóndar. Bólkar, sum hava stóran týdning fyri eitt samfelag og sum eru tarin í føroyska búskapinum.

 

 

 

-teimum skal tryggjast innivist javnbjóðis rættindi í arbeiðsloysisskipanini og somu trygd sum onnur undir arbeiðsloysi. Tað kann m.a. gerast við at hyggja at reglum, sum tryggja eitt inntøkugrundarlag, tá ið arbeiðsloysi rakar.

 

 

 

Føroyski arbeiðsmarknaðurin er knallsterkur, tí vit hava eina arbeiðsfjøld, sum frá ungum árum til langt útyvir pensiónsaldur, er virkin og fjøltáttaður á arbeiðsmarknaðinum heima og úti í stóru verð. Vit hava eitt arbeiðsgevaralið, sum ótroyttiliga allar tíðir hevur herjað á avbjóðingar og skapt nýggjar vinnur og møguleikar. Hesar báðar megir, sameintar, er styrkin í føroyska búskapinum.

 

 

 

Men ein føroyskur arbeiðsmarknaðarpolitiskur radari má skipast fyri at skipa fyri at kenna tørvin á framtíðararbeiðsmegi, farast má undir eina umskipan av førleikum hjá pørtum av arbeiðsmegini og tað má gerast sameint gjøgnum ein arbeiðsmarknardepil.

 

 

 

Veitan av arbeiðs- og uppihaldsloyvum gjøgnum fast-track skipanini er besta ábending um framtíðartørvin eftir arbeiðsmegi, og hendan vitan, sum í dag als ikki verður gagnnýtt, má skipast út frá føroyskum fortreytum, so at neyðug tilrættalegging av krøvum til framtíðar arbeiðsmegi og –førleikum kann fara fram beinanvegin.

 

 

 

Tíðin er komin til at skipa ein framtíðarrættaðan arbeiðsmarknaðarpolitikk, sum ikki bara skal gjalda arbeiðsloysisstuðul, tá ið “skaðin” er hendur, men sum eisini skal fyribyrgja arbeiðsloysi við at tryggja og fíggja eina dagføring av arbeiðsførleikum samsvarandi skiftandi eftirspurningi og tørvi.

 

Tað má gerast í samspæli millum politisku skipanina og partarnar á arbeiðsmarknaðinum gjøgnum ein arbeiðsmarknardepil.

 

 

 

Vel tú tí Tjóðveldi

 

X við lista E

 

X við Høgna í Stórustovu