- Ein framíhjárættur at vaksa upp í Føroyum

- Føroyska veðurlagið gevur mær hug og íblástur til at mála. Tað ávirkar meg nógv og mær dámar tað væl. Vit hava vakrar og skiftandi litir, serliga um várið, tá ið alt vaknar aftur og vit síggja kraftina í náttúruni. Bøurin grønkast fyri hvønn dag, og tað at kenna angan eftir ein langan regndag er ótrúligt, sigur fuglfirðingurin Øssur Mohr, sum um vikuskiftið verður við á tveimum listaframsýningum í Danmark.

- Eg máli hvønn dag, antin tíðliga um morgunin ella seint á kvøldi. Tað er umráðandi at vera í gongd hvønn dag, ganga nakrir dagar ímillum er ringt at koma í gongd aftur. Sum so nógv onnur havi eisini eg ein dreym um at mála burturav, men tað vil tíðin vísa, um tað ber til. At mála undir trýsti dámar mær væl, serliga fram ímóti eini framsýning, tí tá verður avrikið meiri spontant, sigur Øssur Mohr, listamaður úr Fuglafirði.

Um vikuskiftið lata tvær framsýningar í Danmark upp við verkum hjá Øssuri Mohr. Tann eina letur upp leygardagin í gallerínum Sankt Gertrud í Keypmannahavn, har seks málningar hjá Øssuri eru við. Hetta gallaríið hevur sýnt fram føroyska list ígjøgnum 20 ár. Hin letur upp sunnudagin í Galleri Munter í býnum Nordskov á Fjóni. Hetta er ein serframsýning við 20 verkum hjá Øssuri, tey flestu eru málað í ár. Framsýningin letur upp sunnudagin 14. mars og er opin til 23. apríl.

- Eg kom í samband við tey, ið skipa fyri framsýningini á Fjóni, fyrstu ferð eg hevði framsýning í Danmark. Tað var í 1994, ein sensurerað framsýning, har eg fekk tríggjar málningar við. Tá kom eg í samband við nógv fólk og fleiri gallerí, og síðani tá havi eg verið við á 2-3 framsýningum í Danmark á hvørjum ári bæði einsamallur og saman við øðrum.

- At sleppa við til eina danska sensureraða framsýning ávirkar ein nógv og áhugin veksur av tí sama. Í 1995 var eg við á eini framsýning í Suðurjútlandi saman við øðrum listafólkum bæði úr Føroyum og í Danmark. Hetta var ein stór framsýning, eg hevði 35 málningar við, og eini túsund fólk vóru á framsýningini fyrsta dagin. Eg eri vorðin væl móttikin á øllum framsýningunum í Danmark og havi selt heilt væl. Sterku litirnir og serliga ljósið í Føroyum, ið sæst aftur í málningunum, hugtaka danir. Eg eri sloppin frá at gera nakað søkjandi arbeiði fyri at sleppa framat at sýna fram og tað er av tilvild, sigur Øssur Mohr.


Møguliga eri eg ov tradisjónellur

Ætlanin hjá Øssuri er at hava eina framsýning í Føroyum í ár ella næsta ár. Hann hevur tikið lut á trimum Várframsýningum í Listaskálanum og á øllum Ólavsøkuframsýningunum síðani 1991.

- Fyrsta framsýningin eg tók lut á var Ólavsøkuframsýningin í 1991. Tá sendi eg sjey málningar inn og ein slapp við. Tá ið hesin so varð seldur fekk eg hug at halda fram at mála.

Eingin av málningunum, ið Øssur sendi inn til Várframsýningina í Listaskálanum, sum læt upp fyri eini viku síðani, slapp ígjøgnum nálareygað.

- At hava sensureraðar framsýningar í Føroyum dámar mær væl, men eg haldi ikki, at tað er rætt, at fólk í myndlistafelagnum í Føroyum velja út. Tey eru heilt greitt ógegnig, tey kenna væl hvønn annan og velja verkini hjá hvør øðrum út. Tað átti ikki at kosta ov nógv at fingið fólk aðra staðni frá at valt út. Framsýningin hevði avgjørt verið betri um so var.

- Eg síggi avgjørt frambrot í føroysku myndlistini. Okkurt nýtt kemur alla tíðina fram, og meiri ella minni ávirkar tað framsýningarnar sum eru. Tá ið tú finnur uppá eitthvørt nýtt, sum eingin hevur verið frammi við, vekur tú ans og hevur góðan møguleika fyri at verða upptikin til framsýningar. Eg vil ikki siga, at nýggju rákini, ið eru frammi, siga mær so nógv.

- Møguliga eri eg ov tradisjónellur, eg máli landsløg og havi ikki beinleiðis hug til at finna uppá nakað annað. Fert tú á framsýningar í Danmark finnur tú fáar málningar av landsløgum.


Dámar væl føroyska landslagið

- Veðurlagið í Føroyum ávirkar meg nógv og mær dámar tað væl. Vit hava vakrar og skiftandi litir, serliga um várið, tá ið alt vaknar aftur og vit síggja kraftina í náttúruni. Bøurin grønkast fyri hvønn dag og til dømis eftir ein langan regndag at kenna angan er ótrúligt og hetta kanst tú bert føla í Føroyum. Eg haldi, at tað føroyska veðurlagið er veldugt, eitt nú teir ljósglottar tú upplivir ein gráan summardag. Teir vara kanska bert nøkur fá sekund, so eru teir burtur aftur. Tað gevur mær hug at mála. Eg taki tað sum ein framíhjárætt, at eg eri vaksin upp í Føroyum.

Allir málningarnir á framsýningunum hjá Øssuri í Danmark í hesum døgum eru landsløg.

- Seinnu árini havi eg fyri tað mesta fingist við at mála landsløg. Í byrjanini málaði eg figurativar myndir, ofta móður og barn og fólk annars, men tí eri eg farin burtur frá aftur.

Í 1993 var Øssur Mohr á listaskúla í Holbæk og har hevði hann ein finskan málara sum lærara.

- Hesin lærarin, sum var ein kvinna, tosaði nógv um hetta, hví ein málar og hvat ein vil við tí, ein málar. Tá byrjaði eg at mála tey motivini, eg máli í dag, og fór so við og við at arbeiða meiri við litunum, serliga teim sterku, og tað eru teir, ið gera av, hvussu myndin verður - kanska meiri enn sjálvt motivið. Málningarnir eru ikki heilt abstraktir, men teir eru meiri abstraktir í dag enn teir vóru í byrjanini. Eg miði ikki eftir, at myndirnar skulu líkjast motivinum. Eg vil kalla málningarnar hjá mær ekspressiónistiskar og kubistiskar, sigur Øssur Mohr.

Yndismotivini hjá Øssuri er heimbygdin Fuglafjørður og Elduvík, har hann er nógv um summarið.

- Hesi motivini havi eg brúkt øll árini, eg brúki tey framvegis og verði ongantíð liðugur við at mála tey. Í grundini málar man sama málningin alla tíðina og tað er tað, sum ger tað spennandi, tí hóast tú málar sama motiv, verður eingin málningur líka.

Tað eru tíggju ár síðani Øssur Mohr byrjaði at mála. Hann gekk í kvøldskúla í tvey ár hjá Jóannes S. Hansen í Runavík, har hann lærdi at tekna.

- Sum barn teknaði eg ikki meir enn onnur børn gera. Eg hevði Frits Johannesen sum lærara í 10 ár í fólkaskúlanum, og eg minnist, at tá ið vit høvdu smíð kundi hann taka blokkin fram og tekna. Tað hevur uttan iva ávirkað meg til seinni brúk. Tá ið eg so fór í kvøldskúla gjørdist eg meiri og meiri bitin av at mála, sigur Øssur Mohr at enda.