Ein friðarlig ólavsøka hevði sømt seg

- Eg fari vanliga ein dag til Havnar á ólavsøku, og sum oftast er tað ólavsøkudag. Tað besta við ólavsøkuni er eftir mínum tykki løtan, tá felagskórið syngur kendar fosturlandssangir á Tinghúsvøllinum.


Tað sigur Jóannes Símunarson Hansen.


- Saman við konu míni Sæunn vitja vit dóttrina og mannin og njóta teirra blíðskap. Vit fara eisini til onkra framsýning, heilsa upp á vinir og kenningar, og eisini steðga vit við okkurt útimøti og líða á. Tað ger mær gott.


Men, er ólavsøkan broytt – til tað betra ella verra?


- Ja, alt broytist, eisini ólavsøkan. Sum ungur minnist eg, at tað var fantastiskt at keypa ein reyða pylsu við breyði úr einum pylsuvogni, lurta eftir Hello Marylou í onkrum útihátalara og annars bara at vera har og brúka einar 50 krónur. Tað var nokk fyri meg tá.


Jóannes Símunarson Hansen heldur, at tað hevði sømt seg fyri okkum øll og í allar mátar at farið friðarliga um hesa ólavsøkuna.