TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Jóhan Christiansen, borgarstjóra í Eysturkommunu í sendingini "Gullradio" á Rás2.
Í samrøðuni undirstrikar Jóhan Christiansen, at FM-heitið og góðu avrikini hjá Víkingi annars er ein góð branding av Eysturkommuna, og borgarstjóran hevur fingið nógv lukkuynski frá øðrum borgarstjórum í landinum.
Í samrøðuni fortelur Jóhan Christansen eisini hvussu hann hevur upplivað at fylgja Víkingi, sum fjeppari.
Jóhan Christiansen væntar, at karmarnir hjá Víkingi á báðum fótbóltsvallunum í kommununi fara at verða enn betur í framtíðini.