Ein góð gularót

Her og nú er tað FM-stríðið, sum telur. Men tað er einki at ivast í, at ein slík ferð eisini er ein góð gularót at stremba eftir, heldur Unn Kragesteen

Hondbóltur

Ein av nýggju spælarunum, sum verður við á landsliðsferðini til Bosnia, er Unn Kragesteen úr Neistanum. Grundað á góðu úrslitini, sum liðið fekk fyri tveimum árum síðani, so er spenningurin um ferðina sjálvandi stórur.
 Men tað haldi eg nú eisini, at hann er hjá teimum, sum vóru við fyri tveimum árum síðani. Tær vilja sjálvandi gera tað enn betri, enn silvurmerkini seinast, so sum heild er hetta nakað, sum allar síggja fram til, haldi eg.
Høvdu góðu úrslitini fyri tveimum árum síðani eisini við sær, at áhugin hjá øðrum gjørdist enn størri. Hugsi kanska serliga um tykkum yngru spælarar. Hava vit siktað eftir hesum í tvey ár?
 Hetta hevur sjálvandi verið ein gularót, og eg eri sjálvandi sera fegin um at vera við. Men tað eru nú eisini onnur ting, sum draga. Í Neistanum er tað øllum førum FM-stríðið, sum liggur fremst í huganum í løtuni, og bara tað í sjálvum sær er nóg mikið at stremba eftir. Men hetta er heilt víst ein góð gularót at hava afturat, sigur Unn.

Strævnir dagar
Við einum spælarahópi á 16 spælarar, verður kanska misjavnt, hvussu nógv spælitíð verður til tær einstøku. Men her og nú tykist hetta tó ikkiv vera nakað, sum Unn hugsar um.
 Verður hugsað um mítt pláss, so verða tað helst Heidi Maria og eg, sum koma at kappast á hesum. Men akkurát tann kappingin er ikki tað, sum eg hugsi mest um. Við eini skrá, sum vónandi fevnir um fimm dystir upp á fimm dagar, verður ríkiligt at síggja til. Og tað sigur seg sjálvt, at eingin spælari kann spæla 60 minuttir hvørja ferð. So eg rokni við, at okkara lutur fyrst og fremst verður at hjálpa og stuðla hvørjari aðrari, heldur enn at kappast móti hvørjari aðrari. Tað týdningarmesta er, at liðið stendur sterkt sum ein eind. Og tað rokni eg við, at allar 16 taka undir við, sigur Unn Kragesteen at enda.