Ein góður granni fór um sýn

- Eg plagi at siga, at mær dámar best at liva dagin í dag, og tað ætli eg mær eisini at gera í nýggja árinum, sigur Signar í Homrum.

 

- Vit halda nýggjár heima í Streymnesi. Tað plagar at vera stak hugnaligt við kyndlagongu, felags báli og samveru við góðum fólki.

 

Tað sigur Signar í Homrum, sum eisini plagar at keypa eitt sindur av fýrverki, nakrar rakettir og nøkur fýs.

 

Kendi tónleikarin heldur, at tað er eitt sindur trupult hjá honum at siga, hvat størsta upplivilsið hjá honum hevur verið í árinum sum fer.

 

- Men, Summarfestivalurin bleiv eitt sindur serligur. Vit skuldu spæla klokkan eitt um náttina, men vórðu fluttir til klokkan 16 um dagin.

 

Hann sigur, at vónirnar um nógv fólk til konsertina vóru ikki stórar, men tá avtornaði, vóru eini 4000-5000 fólk, sum lýddu á, og tað var nokso stuttligt, heldur hann fyri.

 

- Ein keðilig hending í árinum var, at ein góður granni fór um sýn - ein, tú kemur at sakna.

 

Um ætlanir fyri 2017, sigur Signar í Homrum, at hann plagar at siga, at tú skalt liva dagin í dag, og tað ætlar hann sær eisini at gera í nýggja árinum.