Ein gisti í brummuni í nátt

Tríggir persónar hava í nátt fingið bót fyri brot á skilhaldsreglarnar

Bilrøðin var sera long í sambandi við konsertina hjá Føroya Symfoniorkestri við Tjarnir í gjárkvøldið

Um hálvgum trý tíðina í nátt vóru boð eftir løgregluni, tí tveir persónar vóru komnir til ilnar í býnum í Havn. Tað endaði við, at løgreglan handtók annan persónin, sum tí hevur gist í brummuni í nátt, men er nú leyslatin. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at hann fær 3.000 krónur í bót fyri harðligan atburð.

Ein annar persónur kom til ilnar við nakrar vaktir á einum skeinkistað, og hann fekk eisini bót fyri brot á skilhaldsreglarnar.

Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið. Men nøkur fólk vendu sær til løgregluna í sambandi við konsertina hjá symfoniorkestrinum við Tjarnir í gjárkvøldið. Køin av bilum, sum skuldu niðan til Tjarnir rakk langt oman á Hvítanesvegin í Hoyvík. Koyrandi er enn bara til Tjarnir av Hvítanesi, og tí eru stórar avbjóðingar, tá yvir 3.000 fólk skulu flytast til og frá, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

 

 

Bilrøðin var sera long í sambandi við konsertina hjá Føroya Symfoniorkestri við Tjarnir í gjárkvøldið