- Ein góður handil

Fyri BankNordik vigar tað meira at sleppa av við nógvar íbúðir í senn, heldur enn at fáa hægsta prísin. – Tí eru vit nøgd, hóast íbúðirnar eru seldar við avsláttri, sigur John Rajani

 

Fyri BankNordik vigar tað meira at sleppa av við nógvar íbúðir í senn, heldur enn at fáa hægsta prísin.

 

– Tí eru vit nøgd, hóast íbúðirnar eru seldar við avsláttri, sigur John Rajani.

 

Sølulistin á Heimasta Horni tódnaði niður í eina helvt, nú Bústaðir hevur gjørt eitt stórt hál í at røkka sínum máli um at víðka føroyska leigumarknaðin.

 

Tað er BankNordik, sum umvegis eitt dóttirfelag eigur allar átta íbúðarblokkarnar við tilsamans 96 íbúðum í trimum sniðum og støddum.

 

 

Les eisini: Bústaðir vátta keyp á Heimasta Horni

 

 

- Ja, vit halda okkum hava gjørt ein góðan handil, nú vit hava selt 24 íbúðir í einum, og fyri ein nøktandi prís, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik.

 

 

Samráðingarnar byrjaðu einaferð í heyst, og nú er keypssáttmáli undirskrivaður um íbúðarblokk 36 og 38 fyri ein samlaðan prís á 38,4 milliónir krónur.

 

 

- Jú, vit hava givið ein ávísan avsláttur í mun til, hvat íbúðirnar annars hava staðið til sølu fyri. Men afturfyri hava vit selt nógvar íbúðir í senn. Tí halda vit okkum hava gjørt ein góðan handil, sigur John Rajani.

 

Avslátturin, í mun til søluprísirnar hjá Skyn, liggur um 15 til 16 prosent.

 

Sambært sølulistanum hjá felagnum á Heimasta Horni, eru í dag 24 íbúðir eftir at selja. Hesar eru spjaddar yvir hinar seks íbúðarblokkarnar.

 

John Rajani ynskir í løtuni ikki at gera viðmerkingar til, hvussu sølan til Bústaðir ávirkar roknskapin hjá BankNordik.

 

 

Hoyr samrøðu við Andras Róin, stjóra í Bústaðum, við at TRÝSTA HER.