Ein hálv millión fólk til politiskan happening

FC Barcelona biður fólk velja loysing. Ein kirkja verður brúkt til ein politiskan happening. 500.000 fólk taka lut á fólkaatkvøðum, sum ikki eru galdandi. Jú, í Catalonia er futtur í politikkinum, skrivar Sjúrður Skaale í hesi ferðafrásøgnini. Hann hevur verið í Catalonia sum útlendskur eygleiðari, og skrivað Sosialinum hesa ferðafrásøgn

Sjúrður Skaale
------

Livandi tónleikur, fólkadansur í gøtunum, risastórar "paellas" og ókeypis vín til fólkið. Tað var rættiligur hátíðardámur í 220 bygdum og býum í Catalonia sunnudagin 25. apríl.
Orsøkin var, at fjórða umfar av eini óalmennari fólkaatkvøðu um eitt sjálvstøðugt Catalonia varð hildið henda dagin. 1,3 milliónir fólk - t.e. 20% av catalanska fólkinum - høvdu møguleika at atkvøða um, hvørt Catalonia skal skipast sum ein sjálvstøðug tjóð í ES.
Frá "happening" til manifestatión
Hesar fólkaatkvøður byrjaðu sum ein "happening" í einari bygd 13. mai í fjør. Hetta tiltak fekk so nógva umrøðu, at 13. desember varð tað endurtikið í 167 bygdum. Síðani í 80 bygdum 28. februar í ár.
Og 25. apríl var so nógv tann størsta fólkaatkvøðan higartil. 218 bygdir og skuldu atkvøða, og tað var eisini fyrstu ferð, at tveir stórir býir - Girona og Lleida - tóku lut. Gongur eftir ætlan, verður tiltakið hildið í sjálvum stórbýnum Barcelona um eitt ár.
Hóast tær ikki eru almennar, og hóast tær ongar beinleiðis fylgjur fáa, eru fólkaatkvøðurnar fyriskipaðar júst sum um talan var um almennar, galdandi fólkaatkvøður. Øll, sum hava "valrætt", verða skrásett í eini telduskipan, og sama skipan forðar fyri, at nakar kann atkvøða tvær ferðir.
Nógvir útlendskir eygleiðarar fylgdu eisini við valinum - og tað var orsøkin til, at eg var har.
Og tað var ein bæði spennandi og áhugaverd uppgáva.
50 eygleiðarar
Umleið 50 eygleiðarar vóru við - allir úr tjóðum, sum ikki hava egnan stat.
Hetta vakti áhugan hjá miðlunum, og, sum eg ofta havi upplivað áður, var tað ikki minst Føroyar, teir vildu hoyra um. Tí hóast vit sjálv ikki geva okkum so nógv far um tað, so er tað, í eygunum á øðrum, næstan óskiljandi, at eitt so lítið land kann hava so nógv sjálvræði, sum vit hava.
At vit sjálv smíða flest allar av landsins lógum. At vit skulu góðkenna danskar lógir. At vit hava egna skattaskipan. At vit umsita egna undirgrund. At vit sjálv samráðast við onnur lond. Alt hetta er nærum ókent í Skotlandi, Catalonia, Baskalandi, Corsica og mongum øðrum ósjálvstøðugum londum, sum eru nógv, nógv størri enn Føroyar. Og tað vildu journalistar úr bæði útvarpi og sjónvarpi hoyra um.
Barcelona-forsetin stuðlar
Eitt annað sum er øðrvísi, er tann skilnaður (ella tann formelli skilnaður), sum hjá okkum er millum politikk og onnur viðurskifti. Vit plaga t.d. at siga, at religión og ítróttur einki skulu hava við politikk at gera.
Soleiðis er ikki í Catalonia. Kirkjan hevur altíð - serliga í Franco-tíðini - havt ein týðandi politiskan leiklut. Og í eini av smærri bygdunum, har eg eygleiddi fólkaatkvøðuna, helt tann lokali presturin einki galið vera í at nýta ta lítlu, privatu kirkjuna sum valstað. Millum skriftstøðini á vegginum hekk ein plakat við áskrivini "Ja til sjálvræði"...
Og meðan eg koyrdi til næstu bygdina, hoyrdi eg í útvarpinum forsetan í FC Barcelona, Joan Laporta, inniliga mæla fólki til at fara á val, og atkvøða fyri einum sjálvstøðugum Catalonia.
FC Barcelona hevur undirheitið "Meira enn eitt fótbóltsfelag". Tað sipar til, at felagið eisini umboðar catalanska samleikan. Gjøgnum øll árini, tá Franco var einaræðisharri í Spania, var FC Barcelona ein ímynd av teirri politisku mótstøðuni.
At endamálið hjá felagnum framvegis er annað og meira enn at vinna fótbóltsdystir, var áheitanin frá Joan Laporta eitt tekin um. FC Barcelona hevur, enn sum áður, eisini eitt politiskt endamál.
Uttan mun til hvat ein heldur um hetta, so má sigast, at tað er meira futtur í politikkinum har enn her...
Góð undirtøka
Politiska luttøkan er vanliga ikki stór í Catalonia - einans millum 40 og 50% taka lut, tá val er.
Kortini hevur tað higartil eydnast fyrireikarunum av hesum fólkaatkvøðunum - uttan nakran almennan stuðul - at fáa væl yvir 25% at fara á val. Tvs. at helvtin av teimum, sum velja á veruligum valum, geva sína meining til kennar á hesum valunum. Hóast tey væl vita, at tað onga beinleiðis ávirkan fær...
Tá alt var talt saman sunnukvøldið, høvdu 20,2 % av teimum 1,3 milliónunum atkvøtt. Ella omanfyri 260.000 fólk.
At næstan øllum søgd JA til spurningin um, hvørt Catalonia skuldi vera eitt sjálvstøðugt land í ES, var ikki so óvæntað. Tað er fullveldissíðan sum skipar fyri hesum, og tí eru tað nærum bara fólk hagani, sum taka lut.
Gleðin var stór á fyrireikarunum, tá tað vísti seg, at so nógv høvdu tikið lut. Tí tað hevur verið eitt ódnartak at skipa fyri hesum. Tilsamans hava eini 25.000 fólk givið sítt íkast við sjálvbodnum arbeiði, og nógv hava eisini stuðlað fíggjarliga.

Leggur trýst á
Ein av fyrireikarunum er Quim Arrufat, sum samskipaði luttøkuna hjá eygleiðarunum. Hann greiðir soleiðis frá orsøkini til, at skipað verður fyri hesum:
- Í 2005 samtykti catalanska parlamentið við stórum meiriluta eitt "Estatut" - eitt slag av catalanskari grundlóg. Henda grundlóg bleiv síðani nógv amputerað av sponskum myndugleikum, sum søgdu hana vera í stríð við sponsku grundlógina. Men hon var kortini løgd til fólkaatkvøðu í 2006, har hon varð samtykt við greiðum meiriluta.
- Men nú hevur konservativi høgraflokkurin í Spania (Partido Popular) lagt hesa samtyktu grundlógina til spanska grundlógardómstólin, har tað verður kannað, um tað, sum er eftir av henni, er í samsvari við sponsku grundlógina. Og alt bendir á, at hon verður enn meira amputerað. T.d. er ætlanin at strika greinina sum sigur, at catalanar eru ein tjóð, greiðir Quim frá.
- Henda gongd hevur fingið øði í nógvar catalanar. Tey allar flestu - eisini tey, sum ikki taka undir við fullum sjálvræði - halda, at catalanar hava rætt at gera av sína egnu framtíð. Tey góðtaka ikki, at spanska grundlógin stendur omanfyri viljan hjá catalanska fólkinum. Og tað er m.a. fyri at geva fólki høvi at vísa hesa ónøgdina á ein konstruktivan hátt, at sjálvstýrisvongurin skipar fyri fólkaatkvøðunum.
- Men tað er eisini fyri at gera fólk virkin, og á tann hátt styrkja okkum politiskt og organisatoriskt. Hóast meiriluti er fyri sjálvsavgerðarrættinum, er ikki meiriluti fyri at skipa Catalonia sum ein stat. Nógv arbeiði skal gerast, fyri at fáa henda meiriluta. Men at vit klára at skipa fyri hesum - og at so nógv fólk taka lut - gevur sjálvstýrishugaðum fólki hug og dirvi at halda fram, sigur Quim.
Hvat merkir hetta
Hvat úrslitið merkir - og hvat tað skal brúkast til - veldst um, hvønn tú spyrt.
Sambandssíðan sigur hetta vera prógv um, at einans ein minniluti - góð 20% - vil hava loysing frá Spania, og at spanski politikkurin tí er í samsvari við viljan hjá meirilutanum. "ENN EIN FIASKO" segði forsíðan á tí størsta sambandsblaðnum mánadagin eftir atkvøðuna.
Tann moderati sjálvstýrisvongurin sigur úrslitið vera gott, og at tað skal nýtast til at leggja trýst á sponsku stjórnina í samráðingunum um størri catalanskt sjálvræði.
Og frá tí víðgongda sjálvstýrisvonginum verður sagt, at bara tað, at tey megna at skipa fyri hesum - alt við sjálvbodnum arbeiði - vísir, at nógvir catalanar brenna fyri sjálvræðinum. Tað er langt eftir á mál, men rørslan hevur stórt grundarlag, og fleiri aktivistar enn nakar annar.
Hálv millión
Undir øllum umstøðum er greitt, at hesi stóru tiltøkini seta spurningin um catalanskt sjálvræði á dagsskránna. Tí í veruleikanum er talan um størsta politiska mótmæli í Catalonia nakrantíð. Ja, tað verður trupult at finna nakað størri í Europa yvirhøvur.
Tilsamans eru 6,5 milliónir catalanar, og í øllum fýra fólkaatkvøðunum hava nú 500.000 atkvøtt. Tá atkvøtt verður í Barcelona um eitt ár, verður talið munandi hægri.
Eitt politiskt tiltak við so stórari luttøku, kann ikki ignorerast. Øll mugu hava eina meining um tað. Kjakið kyknar upp, argument mugu brýnast, og gamlar meiningar verjast. Og tá til stykkis kemur, er tað júst tað, sum flytir politisk mørk.