Ein hóttan móti Føroya fólki

Sosialistisk Ung
-------

Fólkatingslimurin Sjurður Skaale er ein hóttan móti Føroyum. Eftir ákærurnar í seinastuni móti Sjúrður Skaale, har bæði Tjóðveldi og Sambandsflokkurin vilja vera við, at fólkatingslimurin hevur gjørt at ES setur revsitiltøk í verk móti Føroyum, og at vit ikki fáa meira í blokki, hava vit í Sosialistisk Ung avgjørt at kanna, hvørt nakað hald er í hesum ákærunum.

Niðurstøðan er greið. Sjúrður Skaale er ein nógv størri hóttan móti Føroyum, enn vit nakrantíð hava gjørt okkum greitt. Okkara neyva og serstakliga væl fyriskipaða kanning av Skaale, er komin til ta niðurstøðu, at fólkatingslimurin hevur:

1. Kostað okkum blokkin.
2. Kostað okkum makrelin.
3. Goymt Rupert Murdoch og Osama bin Laden í kjallaranum hjá sær.
4. Øst Eyjafjallajøkull upp og steðgað flogferðsluni..
5. Sparkað ein hundahvølp.
6. Hálað beinini av grindalokkum tá hann var ungur.
7. Var Jack the Ripper.
8. Heldur seg ungan við at baða í tænastumannablóði.

Og hetta er bara tað vit vita um! Hvat nú um tað eisini var hann, sum fann uppá Svarta Deyða og drap alt lív á Mars? Ella enntá hann, sum hevur gjørt, at Sambandsflokkurin einki fær burturúr síni egnu samgongu?

Nei, Sjúrður Skaale má steðgast. Ongantíð ov skjótt!

Við altíð álvarsamari kvøðu,