Minnist fyrsta dagin tá eg kom umborð. Tá tey hoyrdu, at eg kom úr Føroyum, fall tosið alt fyri eitt inn á túrin, sum skuldi gerast til Føroyar. Neyvan er gingin nakar dagur, hetta seinasta hálvtannað árið, uttan at hesin túrurin hevur verið umrøddur.
Av tí at arbeiðið við at umbyggja skipið dróg so nógv út, vórðu tað mong, sum máttu fara heim og kundu tí ikki verða við á ferðini til Føroyar. Hetta var tað, sum tey flestu vóru ógvuliga kedd um, men vónandi bíðst høvið hjá teimum at koma til Føroyar eina aðru ferð.
Fleiri av teimum, sum vóru við hendan túrin, hava verið í Føroyum áður, við hinum OM skipunum, og tey gjørdu ikki lítið av, tá tosað varð um Føroyska blíðskapin. Tað vóru mong umborð, sum ikki reiðiliga skiltu hetta, at Føroyingar skuldu verða so blíðir og fyrikomandi, men tað fingu tey so sjálvi at sanna undir hesi vitjanini í Føroyum.
Trúgvi neyvan at skipið hevði verið komi so langt sum tað er, uttan alla tað hjálp vit hava fingið úr Føroyum, bæði peningaliga, handaliga og ikki minst andaliga eins og alla aðra hjálp.
Bæði meðni skipið lá í Kroatia, Týsklandi og Danmark, vóru tað nógvir Føroyingar, sum komu umborð at arbeiða, fyri styttri ella longri tíð, og ikki gloyma vit teir trúðboðarar úr Føroyum, sum komu at geva okkum nøkur góð orð á vegnum - hjartans tøkk skulu tit hava fyri tað.
Móttøkan í Føroyum, bæði í Tórshavn og í Klaksvìk, var nógvar ferðir størri enn tað vit eru von við, so hetta var eitt ógvuliga jaligt upplivilsi fyri okkum.
Eg vil ikki her nevna nøkur nøvn, tí tað hevði tikið alt ov nógv pláss, men mong vóru tey, ið løgdu alt sítt arbeiði niður, til tess at kunna hjálpa og vísa hesum fólkunum ein ógloymandi blíðskap. Gevið at Gud má vælsigna tykkum fyri alt tað tit gjørdu fyri okkum.
Havi tosað við fleiri av manningini síðani tey fóru úr Føroyum, og tey hava ikki orð fyri hvussu glað tey eru fyri túrin. Onkur helt enntá fyri, at Føroyar mátti vera tað nærmasta nakar kundi koma Paradísi og vildu gjarna búsett seg her.
Eg vil bert einaferð enn, vegna meg sjálvan og alla manningina á Logos Hope, siga øllum føroyingum stóra tøkk fyri tykkara ótrúliga blíðskap, og vónandi hevur henda vitjanin birt undir tankan hjá onkrum at færa við skipinum eina tíð, tað verður ein tíð, tit ongantíð fara at gloyma.
Minnist til at Logos Hope er ikki eitt skip hjá nakrari ávísari kirkju ella samkomu, men eitt skip fyri Guds fólk.
Til seinast vilja vit takka fyri eina ógloymandi vakra og rørandi løtu, tá skipið aftur setti kósina út av Klakksvík, tað vórðu knýtt nógv vinabond hesar dagarnar, og tað var við sorgblídni at vinkað varð farvæl til hetta Føroyska trúboðaraskip, sum nú helt kósina viðari út í heim.
Vid Guds signing yvir tykkum øll.
Uni Nolsøe
Yvirstýrimaður / skipari
Logos Hope