Hanus Hammer, gamal fiskimaður
------------
Góði Jan
Eg vil takka tær fyri virksemi títt tey seinastu trý árini og fegnist um alt, sum tú hevur fingið av skafti. Eg veit, at tað eru fleiri, sum royna at tileinkisgera avrik tíni, men eitt skalt tú vita, at vit fiskimenn eru sera fegnir um kósina tú hevur sett.
Jú víst eru nógv góð ting hend, Fiskimannafelagið førir nógvar sakir, sum tit vinna, og ikki minst, so hevur fiskimannafelagið verið við til at fáa Samtak - eitt samstarv millum fiskimenn og tímalønt arbeiðsfólk - upp at koyra.
Um tað eru menn í nevndini, ið eru ónøgdir, so áttu hesir at lagt frá sær heldur enn skapa split í felagið.
Mín áheitan er at standa saman um Jan Højgaard sum formann.