Ein heilsan til ommuna og abban

Jonu og Hans Marius Johansen
á diamantbrúdleypsdegnum


16. mars kunnu omma og abbi okkara halda teirra 60-ára brúdleypsdag. Fyri okkum ommu- og abbabørnum sýnast hesi 60 árini nærum óverulig, tí í okkara eygum sæst aldur als ikki á teimum. Hetta er jú ikki so løgið, tí teirra altíð lætta lyndi og smittandi lívsgleði kennir jú ongan aldur.
 
Omman, sum er fødd og uppvaksin í Fámjin, arbeiddi á ungum árum í handlinum hjá N.J.Mortensen á Tvøroyri. Abbin er føddur og uppvaksin á Tvøroyri og starvaðist í krambúðini hjá pápa sínum.
 
Ikki er gott at siga, um handilslívið fekk tað at renna saman teirra millum, men okkum er fortalt, at tey hittust í missiónshúsinum. Kærleiki hevur í øllum førum verið í luftini, tí mangar eru søgurnar um baldrutar gongutúrar um Oyrna- og Valdaskarð at vitja ommuna.
 
Omman og abbin blivu gift í Tvøroyrar kirkju 16. mars 1946. Tað var Mejdahl prestur, sum gifti tey, og stórt brúdleyp varð hildið í Tvøroyrar klubba. Tey eiga tvær døtur, fýra ommu- og abbabørn og seks langommu- og langabbabørn.
 
Alt tað vit minnast, hava omman og abbin og heim teirra verið savningarstaðið hjá okkum í familjuni. Sum børn eru vit øll blivin ansaðið har, meðan foreldur okkara arbeiddu. Tann tryggleika og kærleika, tey tá góvu okkum er ein dýrabar barlast, sum vit eru ómetaliga takksom fyri. Hóast tey bæði arbeiddu fulla tíð fyri Føroya Bjór, so var altíð tíð og hjartarúm til okkum. Og mong eru vikuskiftini, tá vit fýra gistu hjá ommuni og abbanum, har vit spældu og hugnaðu okkum óført. Hesar ógloymandi løtur, ið vit mangan minnast aftur á, hava knýtt okkum tætt saman.
 
Nú vit eru vaksin og halda okkum hava so nógv um at vera í gerandisdegnum, eru tað framvegis omman og abbin, ið savna familjuna í fjálga heiminum á Bedingini. Hesar sera hugnaligu løtur við kaffi og dúgligum práti eru ógvuliga kærkomnar hjá okkum og børnum okkara.  
 
Ofta hava vit argað ommuna við, at hon skuldi verið gomul genta ella savnsvørður, tí hugurin at savna er størri enn hjá teim flestu. Savn hennara av áhugaverdum greinum úr Dimmu og góðum føroyskum sjónvarpssendingum er ovurstórt og virðismikið.
Abban hava vit mangan argað við, at hann er sølumaður sum fáur. Honum dámar ógvuliga væl at fáa ein góðan handil í lag, og best er, tá ið hann rakar tey røttu tilboðini og kemur heim og heldur seg hava gjørt kvettið. Kjallarin er eisini á tremur av nógvum góðum, ið saktans kann seljast við góðum vinningi.
 
Omman og abbin hava altíð verið framúr virkin og eru tað framvegis. Hugurin at ferðast hevur altíð verið stórur, og mangar eru uttanlandsferðirnar, bæði við pensionistafelagnum og at vitja familju.
Gongufólk eru tey burturav. Hvønn morgun fara tey av húsum, og tá vit ungu setast aftur fyri veður, eru tey bæði longu komin í regnklæðini og eru á veg út gjøgnum dyrnar  ei undur í, at aldur ikki sæst á teimum.
 
Mong munnu vera, ið undrast á, hvaðani øll orkan hjá teimum kemur, tí meðan abbin er á trøðni og tjúklar um seyðin og rabarburnar, stákast omman heima. Óteljandi eru pannukøkurnar, sum hon hevur bakað, og síðani fingið abban at koyra hús úr húsi við heitum pannukøkum til alla familjuna.
Omman og abbin eru altíð jalig, og orðini nei vit hava ikki tíð, kenna tey ikki til. Tey eru altíð til reiðar at veita okkum eina hjálpandi hond, ikki minst tá tað snýr seg um barnaansing. Hetta lættir  mangan um í gerandisdegi okkara, og hava tey eina stóra tøkk uppibornað.
 
Góða omman og abbin, við hesum orðum vilja vit fegin ynskja tykkum hjartaliga til lukku á diamantbrúdleypsdegnum, og Guds signing í framtíðini.
 
 
Kærar heilsur
 
Hans Jón, Berit, Ragna og Barbara við familjum.