- Ein jólakærleikskomedia

Jólini eru ikki serliga ro­m­ant­isk hjá Amandu Woods (Ca­­m­e­r­on Diaz). Hon er far­in frá sjeikinum Ethan. Hetta er eis­­ini hent fyri Iris Sim­pkins (Kate Winslet). Menn­irnir sum tær skuldu vera saman við í fram­tíðini, eru við eitt fortíð. Ir­is skriv­ar enntá um brúdleyp í avísini Daily Telegraph. Krepp­an er total, og tað er jól

UMMÆLI:
Kim Simonsen

Bæði Iris og Amanda hava brúk fyri at sleppa burtur at sleikja síni sár. Iris bjóðar síni hús í Suðuronglandi fram á al­­net­inum, og Amanda svarar hesi lýsing.
Her byrjar hendan mod­ern­aða screwball komedian, um ung­ar kvinnur og teirra ævintýr inn­an stóri kærleikin vísir seg á pallinum.
Tær vilja ikki síggja nakað til menn, men báðar koma at upp­liva nakað heilt annað. Beiggi Ir­is Graham (Jude Law) bankar á hurðina og er so óendaliga sjar­mer­andi.
Iris møtir grannandum hjá Amandu, sum er Artur (Eli Wallach). Hann er ein sum var ein kendur leik­rit­a­høv­undi í Hollywood. Hann tos­ar og tosar um film og kær­leiks­film­ar.
Við eina veitslu møtir Am­anda so komponistinum Miles.

Diaz
Hin vakra Cameron Diaz (f. 1972) spæl­ir leiklutin sum Am­anda. Hon var fotomodel í fimm ár, áðrenn hon í 1994 byrj­aði at spæla filmar sum 21 ára gom­ul. Diaz hevur síðani verið við í filmum sum t. d. There’s Some­thing About Mary (1998), Van­illa Sky (2001), Gangs of New York (2002) og I Dine Sko (2005). Diaz er fleiri ferð vald sum ein av teim 50 vakrastu fólk­u­num í heiminum. Hetta brúkar leik­stjórin Nancy Meyers kanska í so nógv, Diaz gongur al­tíð og melur í undirklæðum og ger seg lekran í filmunum hon er við í, men Diaz er ein ”babe”, ið selur og Jude Law er ein “hunk” sum fær kvinn­ur­nar at floya inn at síggja film­in. Filmurin er tó ein dukk­u­fretur av einumfilmi, ein sáp­u­bløra á jólum.

Feelgood
Her byrjar filmurin so at blaka ym­iskar sera eykendar søg­ur fram, sum mest snúgva seg um, at boy meets girl. Og feel­good jól­a­kær­leiks­kom­ed­ian er fødd, ja ella endurskapt enn eina­ferð.
Hetta er ein sterk manning, sum er við í filminum, so sum Cam­eron Diaz (sum kaska ikki er ein góður leikari, men mest er eitt pyntiligt innslag), Kate Win­slet, Jude Law og hin altíð so óføri Jack Black.
Filmurin líkist øll­um »screw­ball« kær­leikskomedium, ið Holl­y­wood hevur framleitt síð­ani 1920ini. Eru tað ikki Kath­erine Hepburn ella Spen­c­er Tracy, ella Tom Hanks og Meg Ryan, so eru tað Ashton Kut­cher og Amanda Peet, ið skulu renna kring alt hatta við forelskilsi, sama gamla »boy meets girl, girl meet boy - whatever« rut­inan, sum í sjálvum sær kann vera á­hug­a­verd, men ikki í hesum film­i­num.
»The Holiday« er sum at hoyra 20 ára gomlu Avril Lav­igne siga frá sínum vant­andi lívsroyndum í einum 100% designaðum og út­spek­u­­ler­að­um poppsangi, um tey sum burdu, sum skuldu og áttu at fingið hvørt annað. »The Holiday« líkist eitt sind­ur ov nógv eini 10.000 øðr­um hálvvánaligum filmum um sama evni og kemur ikki hálv­an skógv í mun til ”When Harry Met Sally”, ”Sleepless in Seattle” ella ”Casablanca”.
2 stjørnur av 6.