Ein Jón Brian er ov lítið

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, er komin til eina fyribils niðurstøðu. Sambært henni skal bygnaðurin í Kringvarpinum broytast. Rúni Heinesen, formaður í krinvarpsstýrinum, heldur, at Helena Dam á Neystabø kann gera so væl at leggja uppskot fyri løgtingið um broytingarnar, so tað verður greitt, hvørjar reglur eru galdandi

Hóast kringvarpið hevur fleiri ymiskar tíðindamiðlar, so hevur stovnurin bara ein tíðindaleiðara. Hetta heldur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna við mentamálum, ikki vera í tráð við galdandi kringvarpslóg, tí heldur hon, at kringvarpið skal broyta bygnaðin.

Í skrivi hon hevur sent Kringvarpsstýrinum stendur millum annað, at tá kringvarpslógin var fyri á Løgtingi vóru fleiri politikarar, sum vildu ansa væl eftir, at tíðindaeindirnar vóru sjálvsstøðugar, fyri at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum.

Síðan bygnaðarbroytingarnar í Kringvarpinum hava fleiri politikarar úttala seg um, at tað ikki er í lagið, at bert ein tíðindadeild er, og fleiri løgfrøðingar hava sagt tað sama.

Orsøkin til, at hesi ikki halda, at Kringvarpið fylgir lógini, er, at bert ein leiðari er fyri tíðindaeindirnar hjá Kringvarpinum.

Helena Dam á Neystabø er, eftir at hava tosað við viðkomandi partarnar, komin til, at Kringvarpið ikki fylgir lógini og vil tí broyta bygnaðin í Kringvarpinum.

- Í síðsta enda er tað mín uppgáva at tryggja, at lóggáva á mínum málsøki verður hildin, stendur í skrivinum, sum Helena Dam á Neystabø hevur skrivað undir. Tískil kann mann rokna við broytingum. Hetta er ein fyribils niðurstøða, og Helena Dam á Neystabø vil hava fund við Kringvarpið einaferð enn, og eftir tað, fer hon at taka endaliga niðurstøðu til málið.


Stýrið ósamt

Kringvarpsstýrið greiðir frá, at tey alla tíðina hava hildið seg til tað, sum Kristina Háfoss, fyrrverandi landsstýriskvinna, góðtók. Tí tá bygnaðurin var avráddur, var mann nevniliga samdur. Tað kundi vera ein tíðindaleiðari fyri ymisku tíðindaeindirnar. Útvarp, sjónvarp og internet.

Stýrið sigur í skrivi, tað sendi til Mentamálaráðið í seinastu viku, at Kringvarpsstýrið harmast um, at landsstýrismaðurin nú eftirfylgjandi er komin til eina fyribils niðurstøðu viðvíkjandi tulkingina av § 6, stk. 2 í kringvarpslógini, sum ikki er í samsvar við tulkingina hjá Kringvarpsstýrinum.

Stýrið greiðir somuleiðis frá, at fyri at spara pening hevur tað hjálpt nógv, at eindirnar hjá Kringvarpinum hava samstarvað.

Somuleiðis sigur stýrið í skrivinum, at tað mælir til, at Mentamálaráðið leggur uppskot fyri Løgtingið, fyri at fáa greiðar ásetingar um, hvat politiska skipanin vil.


Málið avgreiðast nú

Helena Dam á Neystabø, heldur ikki, at Kringvarpið kann geva henni boð at fara á Løgting við málinum, og sigur eisini, at málið verður loyst heilt skjótt.

- Stýrið kann ikki geva mær nøkur kravboð. Vit hava eina politiska støðu, og tað er hana vit skulu implimentera. Men hetta er ein avleiðing av, at Kringvarpið er í einari truplari støðu, og tí royna tey at skumpa hetta málið frameftir. Tí fari eg ikki at loyva, og vit fara at fáa skil uppá hetta í vikuni. Ella í hvussu so er at koma nærri at eini loysn, staðfestir Helena Dam á Neystabø.